? Gott Erling.
Tann skríggjandi røddin hjá Trølla-Ommuni ljóðar í góðveðrinum hendan sunnumorgunin.
Erling Politistur hevur tikið eina smágentu, sum fór avstað við stavinum hjá Trølla-Ommuni, og tað er Omman fegin um.
Liðið aftanfyri filmarnar um Trølla Pætur og Ommuna eru farin undir upptøkurnar til fjórða spælifilmin, og fyrstu upptøkurnar verða gjørdar í Klaksvík. Tað er lív í kring upptøkurnar. Nógv børn fylgja við, og eisini vaksin hava hug at forvitnast.
? Hygg her, vit hava skriva, at Omman sigur: »Erling, tú ert ein góður politistur«, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum saman við Jógvani Eliasen stendur fyri nýggja filminum.
? Okay, vit taka tað umaftur, svarar omman, og so verður ein nýggj roynd at fáa hendan partin av filminum í kassan.
Filmur fyri hálva millión
Trølla Pætur er vorðin eitt kend andlit millum børnini ? ella kanska skuldu vit sagt, at hann hevur fingið 9 kend andlit.
Hann og omma hansara hava seinastu árini undirhildið børnum og vaksnum á konsertum og á filmi. Miðskeiðis í november kemur so fjórði filmurin í røðini um Trølla Pætur og Ommuna, og hesaferð verður meira gjørt burtur úr enn nakrantíð áður.
? Hetta er eitt størri projekt enn allir hinir filmarnir, sum vit hava gjørt. Vit hava gjørt eitt meira fullfíggjað leikrit, enn vit hava havt áður, og so verður tað nógv action í hesum filminum, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Filmurin kostar umleið eina hálva millión at framleiða, og upptøkur skulu gerast í Klaksvík, Havn, Keypmannahavn og á Kreta.
Mafian upp í leikin
Í hesum fjórða filminum um Trølla Pætur kemur sisilianska mafian upp í leikin. Mafian sendir tveir av sínum bestu monnum til Føroya at stjala allar leikur og pengar, teir koma fram á.
Trølla-Omman, sum hevur verið nakað bundralig áður, hevur fyri fyrstu ferð fingið sær eitt veruligt arbeiði, men tá ið hon fer í bankan fyri at heinta løn fyrstu ferð, kemur eitt kuffert hjá henni í bland við tað hjá mafiuni, og so er galið.
Omman endar aftur í fongslinum, men hon vil reinsa seg sjálva, og tað verður byrjanin til eina jagstran eftir røttu brotsmonnunum bæði heima og úti. Trøllini leypa út í fallskermi, og ein bilur verður sprongdur í luftina.
Filmurin verður givin út miðskeiðis í november mánaði, og ætlanin er, at hann skal koma á bæði dvd og video.
Ongin stuðul
Ein filmsætlan fyri hálva millión er ikki vanlig í Føroyum, og sølan av filminum, sum er 2500 eintøk, kann ikki einsamøll bera ætlanini.
? Tað er tungt at fáast við filmsframleiðslu í Føroyum, tí sølan er avmarkað, og tað fæst ikki sami almenni stuðul til filmar, sum tað fæst til aðra mentan, sigur Niclas Heri Jákupsson.
? Føroyingar lata fitt av pengum til mentanina, og tað er púra rætt at gera. Eg unni øllum teimum, sum fáa stuðul til mentanarligt arbeiði, pengarnar, men tað virkar eitt sindur løgið, at filmar fyri børn, sum vit hava so lítið av í Føroyum, ikki kunnu verða stuðlaðir eisini, sigur hann.
Jógvan Eliasen heldur, at filmarnir um Trølla Pætur er gott føroyskt undirhald til føroysk børn.
? Filmarnir um Trølla Pætur verða meira spældir enn symfoniin hjá Sunnleifi Rasmussen, men vit fáa ongan almennan stuðul til at gera film fyri. Vit mugu renna til somu sponsorarnar, sum vit áður hava brúkt, og hevði tað ikki verið fyri vinnulívið, so bar tað ikki til at gera filmar í Føroyum, sigur Jógvan Eliasen.
? Tað er gott, at fínkultururin verður væl stuðlaður, men tann fólksliga mentanin átti eisini at fingið pengar. Til dømis hesin filmurin, sum verður tráðspældur av føroysku børnunum.
Til Kreta
Um nakrar dagar fer filmsliðið, sum telir 25 fólk, til Kreta, har tey fara at verða í tvær vikur. Nógvar upptøkur skulu gerast undir sólini sunnanfyri, og tá ið tey koma aftur til Keypmannahavnar, verða upptøkur eisini gjørdar har.
Tað er felagið Iris, sum fer at geva filmin út, men Bónus hevur longu tryggjað sær øll tey 2500 eintøkini av filminum, sum verða framleidd.
Og tá ið nýggi filmurin kemur út, fara børnin helst at býta merki í, at Trølla-Omman hevur fingið nýggja garderopu, og Trølla Pætur hevur fingið eitt andlitslyft.
Jú, soleiðis eru stjørnurnar, og millum føroysku børnini eru trøllini stjørnur.