Tað gongur væl hjá oljufelagnum Magn. Roknskapurin fyri 2013 vísir eitt avlop upp á góðar 20 milliónir krónur, sum er ein lítil millión meira, enn úrslitið var í 2012.
Bruttovinningurin hjá felagnum var góðar 90 milliónir, meðan felagið hevur goldið út slakar 33 milliónir í lønum til tey 75 starvsfólkini. Teir tríggir nevndarlimirnir og stjórin fingu tilsamans 2.835.000 krónur í løn. Felagið hevur eisini goldið slakar 6 milliónir krónur í skatti.
Eginognin hjá oljufelagnum Magn er nú góðar 140 milliónir krónur. Felagið hevur goldið partaeigarunum 4.130.000 krónur í vinningsbýti fyri farna roknskaparár.
Sambært skrásetingum felagsins eiga hesir partaeigarar nú meira enn 5% av partapeninginum:
SF IV shlf., Reykjavík
Skeljungur hf, Reykjavík
Móðurfelagið er SF IV shlf., Borgartún 19, 105 Reykjavík.
Stjóri er Hendrik Egholm.
Í nevndini sita:
Christian Nagata, formaður
Jón Díðrik Jónsson, nevndarlimur
Meinhard Rasmussen, nevndarlimur
Leiðandi starvsfólk:
Johnni M. Poulsen, fíggjarstjóri/varastjóri
Leif Hovgaard, søluleiðari
Aimi G. Justinussen, retail og marknaðarleiðari
Kári Sigvardsen, rakstrarleiðari