Magna International hevur í dag gjørt avtalu við General Motors um at yvirtaka týsku Opel bilverksmiðjuna. Ein avtala er í dag gjørd millum kanadisk/eysturríksku fyritøkuna Magna International og General Motors um at Magna yvirtekur týsku Opel bilverksmiðjuna.
Bæði týski kanslarin Angela Merkel og amerikanski forsetin Barak Obama hava verið við í samráðingunum. Trupulleikarnir hjá Opel koma fyrst og fremst av vánaligu fíggjarstøðuni hjá General Motors í USA.
Magna International er ein fyritøka sum framleiðir lutir til bilar og eru undirleverandørar til t.d. General Motors, Ford Motor Company, og Chrysler, umframt at teir eisini gera lutir til Volkswagen, BMW og Toyota.
Í Eysturríki hevur Magna samliverksmiðjur, ið samla bilar sum t.d. Jeep Grand Cherokee, Chrysler Voyager og BMW X3.
Magna fær stuðul frá einum russiskum banka, og yvirtøkan av Opel er gjørd í samstarvi við russisku bilverksmiðjuna GAZ. Avtalan gongur m.a. út upp á, at GAZ eisini skal framleiða Opel bilar i Russlandi.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum