Danska superligafótbóltsfelagið, Lyngby, hevur sagt høvuðsvenjaran, Magen Hoseth úr starvi eftir 50 dagar í starvinum. Tað skrivar felagð á heimasíðuni.
Magne Hoseth kom úr starvi sum venjari hjá KÍ, tá hann varð settur sum venjari í danska felagnum.
Í januar í ár keypti danska felagið Lyngby Magne Hoseth leysan úr sáttmálanum við KÍ fyri 400.000 krónur. Tað skrivaði m. a. Tipsbladet, sum eisini visti at siga, at Magne Hoseth ikki kundi keypa leikarar frá KÍ í eitt ár.