- Sensatiónsliðið KÍ Klaksvík við fleiri norskum profilum noyðist nú at fara til russiskt stuðlaðu útbrótararegiónina Transnistria í Moldova. Magne Hoseth viðgongur, at hann er órógvaður.
Soleiðis skrivar norska Dagbladet tíðliga í morgun.
- Molde vann í umdysti móti KÍ undir leiðslu av Magne Hoseth og Daniel Berg Hestad og við Vegard Forren í miðverjuni.
Dagbladet vísir á, at KÍ nú skal spæla um eitt pláss í bólkaspælinum í Europa League, og liðið hevur eisini tryggjað sær pláss í Conference League í heyst.
Í greinini verður víst á, at næsta avbjóðing hjá KÍ verður liðið Sheriff í Moldova, sum hevur heimstað í Tiraspol, høvuðsstaðnum í útbrótararepublikkini, Transnistria, sum altjóða samfelagið ikki góðtekur sum sjálvstøðugan landslut.
Hetta er ein russiskt stuðlaður landslutur í Moldova. Býurin liggur á markinum til Ukraina og 200 kilometrar frá ukrainska havnarbýnum, Odessa, sum Russland áhaldandi leypir á við rakettum.
Eftir russisku innrásina, sýtti UEFA liðnum Sheriff at spæla sínar dystir á heimavølli, men hesar treytir eru nú sleptar. KÍ-venjarin viðgongur, at hann er órógvaður.
- Vit skulu niður til kríggið. Eg las fyri nøkrum døgum síðan, at baðistrendurnar í Odessa vórðu latnar uppaftur, og at alt var gott. Men, longu dagin eftir varð Odessa aftur bumbaður. So, eg veit ikki, hvat hendir, segði Magne Hoseth eftir Molde-dystin.
Fara tit at royna at flyta dystin?
- Um ikki UEFA longu arbeiðir við hesum, trúgvi eg ikki, at KÍ úr Føroyum megnar at flyta dystin. Tað er væl danska uttanríkisráðið, sum noyðist at gera arbeiðið, um dysturin skal flytast, sigur KÍ-venjarin eitt nú við Dagbladet.
Norska uttanríkisráðið mælir sínum borgarum frá at ferðast til regiónina, Transnistria í Moldova, um hetta ikki er avgerandi neyðugt. Sambært heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum hevur Danmark eingi serstøk tilmæli í hesum sambandi.
Øll samrøðan við KÍ-venjaran kann lesast á www.dagbladet.no