Magnhild Olsen 85 ár

Í dag leygardagin 17. desember verður Magnhild Olsen, ættað úr Brekkunum í Hósvík, 85 ára gomul.

Magnhild hevur tey seinastu 20 árini búð á Ellisheiminum í Miðvági.

Foreldur Magnhildar vóru bæði úr bóndahúsum í Hósvík: Jóannes Olsen, undan Garðsenda - hann fórst við Nólsoynni 1934 - og Elin Maria Hansen úr Toftum. Tey bygdu uppi í Brekkum á trøðni, sum Jóannes legði inn av festinum hjá pápanum.

Tey fingu 10 børn. Fyrst tveir synir, men tann yngri Dánjal Jákup doyði av sjúku hálvtannað ára gamal. Síðan komu átta døtur. Magnhild gjørdist tann fjórða í røðini av teim átta brekkusytrunum.

Magnhild var beinanvegin sum nýføðingur og fyrsta fjerðingsárið sera røsk og ferðug. Hon gekk framvið longu 9 mánaðar gomul og sýntist í allar mátar at vera framúr væl fyri. Men umleið 9 -10 mánaðar gomul fekk hon álvarsligan heilabruna, sum tók mest allan førleika frá henni í langa tíð. Hon gjørdist tað vit í dag høvdu kallað fjølbrekað í víðastu merking. Men treiskni, lívsvilji og viðføddu likamligu evnini hjá Magnhild, saman við nærlagni frá mammuni og gamla Eiðislækna, Rasmussen, fluttu Magnhild úr stakkalastøðuni til eitt undur og vælsignilsi fyri síni næstu.

Vinstra lið gjørdist lamin. Vinstra bein og vinstri armur kreptust og vuksu ikki í takt við ta høgru. Men Magnhild gavst ikki á hondum. Skjótt flutti hon seg á gólvinum, sum onnur børn, men sjálvsagt kom hon ikki upp á knøini ella á føtur, men ók á høgru lið so skjótt sum nakað frískt barn.

Seks ára gomul fór Magnhild til Danmarkar at fáa kirurgiska hjálp. Hon var havd í forsvar av einum av manningini á Tjaldrinum, og ein skyldkona tók í móti henni í Keypmannahavn og flutti hana á sjúkrahúsið. Talan var als ikki um at senda nakran við hesi stakkals lítlu brekaðu gentu út í víðu verð.

Árið eftir kom Magnhild heimaftur til Hósvíkar. Tá skuldi hon siga: "Å, hvor er jeg glad at komme hjem til mor".

Magnhild kom á føtur. Fullfør gjørdist hon ongantíð, men við sínum serstaka lívsvilja og kærleika til síni næstu, sum eisini hava verið henni holl, prógvaði Magnhild, at hon er úr góðum bergi brotin. Hon gav ikki upp, men gav serliga mammu síni og systkjunum styrki og treysti at taka við teimum avbjóðingum, sum máttu takast, tá fyrst pápin og forsyrgjarin fórst á sjónum, og so tá húsini í Brekkunum fóru í stormi 1945. Støðan gjørdist ikki betur av, at brekað fólk sum Magnhild sluppu ikki í sjúkrakassan. Men serliga tveir læknar áttu stórt pláss í hjartanum hjá Elin Mariu í Brekkunum og systkjum Magnhildar, tað vóru teir báðir Rasmussen á Eiði gamli og Árni Olsen, sum eina tíð var kommunulækni í Miðvági. Hesir báðir tóku ongantíð nakað fyri, um Magnhild hevði læknahjálp fyri neyðini. Tíbetur var Magnhild so at siga ongantíð sjúk. Hon hevði eina jarnheilsu og má sigast at hava hana enn.

Samanhaldið hjá brekkufólkunum hevur alla tíðina verið serstakt. Offurvilji og evnini til stillisliga at veita eina hjálpandi hond uttan at gera nakran háva burturúr eyðkennir hesi fólkini, og løgið skal tað vera, um ikki Magnhild við sínum brennandi lívsvilja og lívsgleði ikki eigur sín stóra lut í hesum lívsstíli teirra.

Magnhild, sum varð spádd ikki at røkka skúlaaldur, situr enn vælnøgd á Ellis- og røktarheiminum í Vágum. Nú er hon 85. Hon gongur ikki longur, hon bindur heldur ikki, og ikki hon loftar við trimum bóltum við einari hond, men hon passar væl sítt dagliga ítriv at rekja tóvfløkjur.

Dagurin verður hildin á Ellis-og røktarheiminum í Vágum í dag fyri innbodnum.

Hans