Magni Christiansen á Summar Festival

Kendi countrysangarin úr Vestmanna framførir á Summar Festivalinum

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen aftur fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.

Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen fara at hava framførslu á Torginum, og teir spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis "Við vegin", "Me And Bobby McGee", "Detroit City", "Her glaður eg ferðist" og aðrar.

Hetta verður ein góð konsertløta við kendum og væl umtóktum country- og gospelsangum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.