Magni hevur eisini frá fyrstu framførslunum saman við Róin, verið kendur sum ein av okkara mest undirhaldandi showmonnum. Men á seinastu útgávuni hjá Magna flutti hann seg í eina heilt aðra deild. Magni Christiansen, ið nú er búsitandi í Kvívík er upprunaliga vestmenningur, og á hesi fløguni traðkar hann á teirri leið, ið bólkar sum eitt nú Vestmenn hava traðka áðrenn hann, leiðina móti kontri av høgum klassa. Fløgan er ein sonn góðskufløga við kontri tónleiki. Magni er sostatt við til at staðfesta støðuna hjá Vestmanna sum Føroya kontri høvuðsstaði, og mest sum fyri at geva hesi staðfesting eyka vekt, hevur Magni spælt inn fløguna í heimsins kontri høvuðsstaði Nashville saman við nøkrum av heimsins bestu kontritóleikarum.