Magni Laksafoss, lat sjómannin fáa frið

Vinjard Johansen, Varamaður á løgtingi

 

Størsta vinnan hjá okkum eigur at verða stuðlað fult út. Skal tann meinigi borgarin, og skulu privatar fyritøkur klára seg í framtíðini, eiga vit at halda fæst við høvuðsvinnuna sum hevur stóran týdning fyri land okkara.

Fyri at borgara skulu trívast sum sjómenn, eiga vit ikki at tosað um at skerja ella taka burtur tann skattafrádrátt teir fáa í dag, heldur skulu vit halda fram við hesum, og virða okkara sjómenn fyri tað, ið teir eru fyri land okkara.

Vit áttu at sæð hetta sum ein góðan stuðul fyri landið, og heldur roynt at hildið fast við manningina á skipunum, og fingið áhugan upp hjá ungum røskum monnum fyri sjólívinum.

Landið hevur brúk fyri hesari vinnu, og sjálvandi skal tað hava sín fyrimun fyri tann, sum váðar lív sítt á havinum og er burtur frá familju stóran part av árinum.

Eg haldi at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum veit ikki hvat tað er at verða sjómaður, og hvønn týdning tað hevur at teir fáa hendan skattafrádrátt. Tað er lætt at síggja reytt á pappírinum, men í praksis er nakað annað.

Bátar fara undir veiðu í dag undirmannaðir av tí, at arbeiðsmegi ikki er til vinnuna. At taka frádráttin frá hesari vinnu fer ikki at hjálpa til at finna vantandi arbeiðsmegi.

Eg haldi at Magni átti at kunna seg meira um tann praktiska partin av vinnuni og ikki bert teoretiska partin, aðrenn hann úttalar seg um slík mál.

Føroyar hava brúk fyri sjómanninum, Og sjómaðurin hevur uppiborið góða virðing frá lóggevandi valdinum.

Lat sjómannin fáa skattafrádráttin í frið, og hygg heldur eftir tí almanna sektorinum, sum er alt ov stórur.