Magnus Carlsen vann HM

Norski talvsnillingurin, Magnus Carlsen, setti alla heimselituna upp á pláss og gjørdist yngsti heimsmeistri í snartalvi nakrantíð. Eftir at 40 av teimum 42 talvunum vóru liðug í gjár, var Magnus Carlsen hálvtfjórða stig framman fyri nummar tvey, Viswanathan Anand úr India, og kundi tí ikki fáast aftur, men endaði við at vinna við trimum stigum. Anand, ið var heimsmeistari frammanundan, mátti sostatt boyggja seg fyri 18 ára gamla norðmanninum, ið eisini er ovast á óalmenna styrkilistanum yvir bestu telvarar í heiminum.