Magnus í EM finalum

Í dag vórðu innleiðandi umførini í EM í innandura bogaskjóting skotin í Croatia.

Tveir føroyskir skjúttar luttaka. Jógvan Niclasen í compound hjá vaksnum og Magnus Andreassen í juniorbólkinum í compound.

Tá liðugt var, hevði Jógvan Niclasen fingið 574 av 600 møguligum stigum og fekk harvið 34 pláss í kappingini.

32 teir bestu sleppa at skjóta finalur, og tí gjørdist Jógvan Niclasen júst ov stuttur.

Men øðrvísi var hjá Magnusi Andreassen, sum skjýtur í Juniorbólkinum, ið eru skjúttar upp til 18 ár. Hann megnaði nevniliga at fáa 570 av 600 møguligum stigum, og hetta var nóg mikið at koma upp á 15. pláss.

Hetta gevur honum møguleika at skjóta finalur í morgin. Í fyrsta umfari skal hann hittan skjúttan, sum gjørdist nummar 18 innleiðandi.