17 ára gamli Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svimur væl í løtuni og í FM-kappingini í dag setti hann eitt rimmar met í 100 metra blandaðari svimjing, har hann við tíðini 55.94 stjól metið frá Páli Joensen, sum hann setti á Oyggjaleikunum í Álandi 2009 við tíðini 57.66.
Metini byrjaðu longu at vísa seg í morgun, tá ið teir fýra Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur á Fløtti og Heðin L. Olsen úr Ægir settu nýtt føroyskt juniormet í 4x100 metra frísvimjing við tíðini 3:41.20, har metið hjá HS frá juniormeistarastevnuni í fjør var 3:46.09.
Tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Cecilia W. Eysturdal úr Ægir settu nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing við tíðini 4:27.11, har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 4:27.59.
Teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag settu somuleiðis nýtt føroyskt met í dag. Tað var í 4x100 metra frísvimjing, har teir við tíðini 3:28.93 tóki metið hjá HS frá FM í fjør, sum var 3:30.32.
FM í svimjing heldur fram sunnudagin.
(mynd: svimjing.com)