Føroyski Magnus Jákupsson vann um vikuskiftið seks gullmerki, tvey silvurmerki og eitt bronsumerki í DM á stuttbana í Esbjerg.
Farum Svømmeklub skrivar, at Magnus Jákupsson vann sannførandi í 50 m rygg við tíðini 24:54.
– Í sannførandi stíl, meira enn 0,6 sekund framman fyri nummar tvey, vann Magnus aftur danska meistaraheitið í 50 m rygg. Um slakar tvær vikur fer hann við danska landsliðnum til HM á stuttbana í Kanada, sum verður í døgunum 6. - 11. desember.
Kappingin í Esbjerg um vikuskiftið var fyrireiking til HM í Kanada – og millum svimjararnar, sum Danmark sendir til HM, er Magnus Jákupsson.
Umframt øll heiðursmerkini var Magnus Jákupsson eisini við til at seta tvey donsk met í liðsvimjing við Farums Guns.
Heiðursmerkini, hann vann, vóru hesi:
Gull í 50 og 100 rygg
Silvur í 50 firvald
Silvur í 100 blandad
Bronsa í 50 frí
Lidsvimjing vid Farum Guns
Gull í 4x50 frí lidsvimjing
Gull í 4x100 blandad lidsvimjing
Gull í 4x100 frí lidsvimjing - danskt met
Gull í 4x50 blandad lidsvimjing - danskt met