Tað sigur løgtingsmaðurin við Norðslýsið.
– Avgerðin er tikin fyri tíð síðani, eg eri mettaður av politikki, og tíðin er búgvin at gevast, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið
Magnus Rasmussen, sum er 63 ára gamal, hevur sitið á tingi síðani 2015, tá hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Hann var tá borgarstjóri í Runavíkar kommunu – og legði í sambandi við at hann varð valdur á ting borgarstjórasessin frá sær.
Á løgtingsvalinum í 2015 fekk hann 503 persónligar atkvøður. Í 2019 fekk hann 575 atkvøður og á seinasta løgtingsvali í 2022 fekk han 712 persónligar atkvøður og gjørdist nummar tvey á listanum hjá Samabandsflokkinum.
– Eg havi boðað frá á røttum stað, at eg ikki stilli upp aftur, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið.
– Avgerðin er tikin fyri tíð síðani, eg eri mettaður av politikki, og tíðin er búgvin at gevast í politikki. Eg havi verið 8 ár í kommunupolitikki og 11 ár í landspolitikki, sigur Magnus Rasmussen við Norðlýsið.











