Magnus á Stongum í Leikalund

Magnus á Stongum úr Tinganest gav herfyri egna fløgu, Loksins, út. Í kvøld klokkan 20.30 spælir hann í Leikalund í Klaksvík, har hann millum annað fer at spæla løg av nýggju fløguni. »Loksins« hevur verið nógv spæld í føroysku loftmiðlunum, og serliga lagið »Kom heim« hevur verið nógv at hoyrt.

 

Tíðliga í november spældi Magnus á Stongum til eina konsert hjá Grót, men annars er tað ikki nógv, ið hann hevur spælt einsamallur. Í kvøld verður tað eisini fyrsta ferðin, at Magnus á Stongum fer einsamallur á pall í Klaksvík.

 

Men við royndunum frá Tinganest og nógv róstu løgunum á fløguni, er góður møguleiki fyri at fáa eina áhugaverda og øðrvísi tónleikauppliving í Leikalund í kvøld.