Hjá formanninum í Flogbóltsambandinum, Magnusi Tausen er eingin ivi. Steypafinalu-dagurin er "ólavsøkan" hjá føroyskum flogbólti. Tað hevur eisini havt sera stóran týdning í menningini av teimum yngru flogbóltsspælarunum, at hesi eru sloppin at royna seg í flogbólts-steypafinalum, har tey sleppa at merkja trýstið, sum er við at spæla frammanfyri nógvum áskoðarum.
Taraflex-gólvið hevur eisini havt ómetaliga stóran týdning fyri flogbóltin, tí hetta serliga flogbóltsgólvið hevur tryggjað, at steypafinalurnar og FM-finalurnar verða leiktar undir nøkrum vøkrum kørmum.
Magnus Tausen vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag. Tað ber til at hoyra prátið við Magnus Tausen undir greinini.