Magnus víðari í HM-kappingini

Magnus Andreasen gjørdist nummar 15 í innleiðandi HM-kappingini í innandura bogaskjóting hjá teimum ungu í Polandi, meðan Annika Vang var 10 pláss frá at koma víðari millum 32 tey bestu hjá teimum vaksnu

BOGASKJÓTING

 

 

Í gjár byrjaði av álvara HM-kappingin í innandura bogaskjóting, sum er í polska býnum Rzeszov, og báðir teir føroysku skjúttarnir, 16 ára gamli Magnus Andreasen og 19 ára gamla Annika Vang, bæði úr felagnum Ørvi í Eysturoynni, vóru á breytini og royndu seg í innleiðandi kappingunum.

Hjá Magnusi, sum kappast í compound hjá teimum ungu, gekst so mikið væl, at hann er millum tey 32 tey bestu, sum í dag skuldu skjóta í øðrum umfari. Hann hevði góða upphiting, men fekk kortini ikki gongd á beinanvegin og var eftir fyrru hálvu saman við fýra øðrum á einum 17. plássi.

Í seinnu hálvu gekst illa í hond hjá fleiri av skjúttunum, men Magnus menti seg og fekk togað seg upp á eitt 15. pláss av teimum tilsamans skjúttunum. Fyrst var hildið, at hann hevði fingið 571 stig, men tað vísti seg at vera skeivt roknað, so úrtøkan hjá honum var endaliga gjørd upp til 569 stig.

Sostatt kom hann víðari til kappingina í dag, har hann fyrst skuldi møta einum russara, sum í innleiðandi umfarinum fekk tvey stig færri enn Magnus. Sambært heimasíðuna hjá Bogaskjótideildini kundi roknast við einum hørðum og jøvnum dysti, sum ikki var liðugur, tá blaðið fór til prentingar.

Eydnaðist Magnusi at vinna, var mest sannlíkt at hann í næsta umfarinum skuldi møta einum svenskara, sum at byrja við var á odda í kappingini, men so dragnaði niður á næstfremsta plássið. Hetta er sera hørð mótstøða, men við tí, Magnus plagar at avrika, skuldi ikki verið ógjørligt at fingið gott úrslit – um hann altso røkkur so langt.

 

Á høgum stigi

Annika Vang, sum kapast í recurve hjá teimum vaksnu, var eisini í gongd í gjár, men fekk somuleiðis eina vánaliga byrjan. Tó megnaði hon at taka seg fram so líðandi og gjørdist nummar 42 av 48 skjúttum við 536 stigum, sum er nakað niðan fyri tað, hon plagar at skjóta, tá kappingar eru í Føroyum.

Sagt verður úr Rzeszov, at talan er um kapping á óvanliga høgum stigi, og sum dømi setti ein fronsk kvinna í gjár nýtt heimsmet í recurve við 592 stigum og tann næsta hevði 591 stig. Sostatt er tað neyvan lætt at standa seg millum hesa mongu og góðu skjúttarnar, umframt at stórt trýst liggur á øllum skjúttum í einari so stórari kapping.

Skráin fyri víðari kappingina er annars tann, at í morgin er innleiðandi kapping fyri lið, har 16 tey bestu liðini eru við. Tó eru føroysku skjúttarnir ikki við har, tí Føroyar hava ikki lið við í kappingini. Sunnudagin eru so allar finalurnar á skránni.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya mánadagin.