Fríggjadagin 14. mai fekk danska ríkið eitt nýtt krúnprinsapar. Fríðrikur og Mary vórðu gift í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Ein stórhending, sum fekk úti við 250.000 fólk út á gøturnar í Danmark. Eisini í Føroyum fylgdu flestu fólk við, tá parið undir einari sera vakrari brúðarvígslu góvu hvør øðrum sítt ja. Manntómar gøtur og hvør handil, sølubúð, fyritøka og so framvegis mundi hava eitt ella fleiri sjónvarp tendrað hendan dagin.
Men hvat er tað so, sum hendir, tá ein slík stórhending fer fram, og hvat ger, at fólk verða so hugtikin og áhugað í hesum?
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, heldur, at øll menniskju hava tørv á at uppliva eitt hvørt estetiskt og flott. Eitt ævintýr, sum kann fáa øll at dagdroyma eina løtu.
- Hetta er ein so sjáldsom hending. Hetta er ikki nakað, sum hendir fleiri ferðir í lívinum hjá okkum, so eg skilji tað væl, sigur Eyðun.
Hann vísir á, at føroyingar somuleiðis fylgdu væl við, tá norski krúnprinsurin, Haakon, giftist Mette-Marit.
- Áhugin hjá føroyingum fyri norska kongshúsinum er ikki eins stórur, men tá tað ikki var danski krúnprinsurin, so var tað tað næstbesta, sigur hann.
Onki er at taka seg aftur í at norska hjúnarbandið var enn meira ævintýrakent enn tað danska. Við tað at borgarliga einliga mamman fekk sín prins og kongaríkið.
Øll livdu við
Eyðun Joensen heldur, at tað, sum var áhugavert við brúdleypinum var, at øll livdu við í hendingini. Høg sum lág. Og hann sigur, at sjálvur varð hann bergtikin av øllum vakurleikanum.
- Eg haldi, at øll, sum hava tað soltið á ein ella annan hátt í gerandisdegnum, treingja til at sleppa at uppliva slíkan vakurleika og eitt tílíkt ævintýr, sum at ein krúnprinsur giftist einari púra vanligari kvinnu, sigur hann.
Fyri at seta hetta saman við tí heilt vanliga gerandisdegnum, spyr sálarfrøðingurin til dømis, hví so mong keypa romanbløð og líknandi. Hann ivast ikki í, at tað er tí, at tørvurin fyri at uppliva eitt hvørt romantiskt, vakurt, eksotiskt er tilstaðar hjá øllum í teirra vanliga lívi.
- Nú skal eg ikki fara at draga hesa hendingina fríggjadagin niður á tað støðið, men dagdroymarí er ikki ólógligt, og øll eiga at kunna droyma seg burtur eina løtu. Nevniliga tí tey hava brúk fyri tí, slær hann fast. Og hann leggur afturat, at hann fegin vil síggja tann, sum sá vígsluna fríggjadagin og ikki helt tað vera tað vert.
Menniskjasligur
Tá tosið kemur inn á krúnprinsin er sálarfrøðingurin ikki í iva um, at øll fóru frá aftur sjónvarpinum nakað ríkari enn frammanundan. Tí til vígsluna vísti buldribassin í danska kongshúsinum seg frá einari heilt aðrari síðu.
Mong mundu tey vera, ið vórðu rørd av hansara tárum, stutt áðrenn Mary saman við pápa sínum kom gangandi inn eftir kirkjugólvinum. Í sjónvarpinum sóust hann og beiggin, Joakim prinsur, standa og smápráta eina góða løtu, áðrenn brúðurin kom. Men tá bert nakrir fáir minuttir restaðu í, tóku kenslurnar ræði á tí annars altíð róliga krúnprinsinum, og tárini komu fram.
Hetta heldur Eyðun hevur gjørt, at fólk hava fingið eina aðrar mynd av krúnprinsinum.
- Eg trúgvi, at hasi tárini vóru ektað. Alt tað, sum krúnprinsurin er kendur fyri, her hugsi um hansara djørvu brøgd og allar tær venjingarnar, sum hann hevur gjøgnumført, hava givið fólki eina ávísa mynd av honum. Men fríggjadagin kom tann menniskjasliga síðan veruliga fram, sigur sálarfrøðingurin, sum sjálvur als ongar ætlanir hevði um at hyggja at brúdleypinum. Men hann setti seg eina løtu og varð fangaður av øllum tí stórbæra vakurleikanum, sum har var at síggja.
- - -
Bjargaðir sjómenn vitjaðu
Bert fimm av teimum 37 umborð yvirlivdu, tá ið russiski Mechanik Tarasoc sakk í 1982 á Flemish Cap. Føroyska Sigurfarið var bjargingin hjá teimum fimm, og 22 ár eftir hendingar vitjaðu tveir av teimum bjargaðu sjómonnunum í Føroyum. Skiparin á Sigurfarinum í 1982, Mikkjal Olsen, tók ímóti russunum, tá ið teir komu í Vágarnar, og í Klaksvík hittist meginparturin av monnunum umborð á Sigurfarinum og teir russisku sjómenninir. Tað var ein rørandi løta, har tað fyri fyrstu ferð bar til at tosa um tilburðin á Flemish Cap.
Hondbóltskvinnur fóru á flog
Kvinnulandsliðið í hondbólti stóð seg sera væl í eini altjóða kapping í Italia. Tað eydnaðist føroyska liðnum púra óvæntað at spæla seg í finaluna í kappingini, har liðið tapti fyri italsku favorittunum. Eingin var tó keddur eftir tapið, tí silvurið var eitt nógv betur úrslit, enn nakar hevði droymt um frammanundan.
Nýggjur professari
Mikudagin 19. mai tók Malan Marnersdóttir alment við sum professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
? Eg havi altíð roynt at arbeitt miðvíst ímóti góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum, segði Malan Marnersdóttir.
Hon er 52 ára gomul og hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1983.
Nazi-skúli í Kirkjubø
Tað vóru nøkur undarlig tíðindi, sum ein heimasíða á internetinum kundi bera. Sambært heimasíðuni hevur tað síðani á heysti í 2003 verið ein privatur nazi-skúli í Kirkjubø. Endamálið við skúalnum er at skapa ein mótpol til »skaðiligu sosialdemokratisku heilavaskingina í norðurlendska skúlaverkinum«.
Heimasíðan kundi eisini vísa eina mynd av nazi-skúlanum, og tað var einki minni enn ein mynd av Norðurlandahúsinum. Jú, mangt løgið er at finna á internetinum...
- - -
»Tað er ein rúgva av fordómum um fólk í pornoídnaðinum. Porno verður av fleiri framvegis ett at vera hálvgum kriminelt. Í mínum føri sett eg eitt mark alt fyri eitt, og eg kom tískil ongantíð í óføri. Eg vil ikki beinleiðis verja vinnuna, men eg eri so eitt dømi um, at tú kanst vera í vinnuni uttan at taka skaða.«
? Katja Kean, fyrrverandi porno-stjørna, á vitjan í Føroyum
»Sjálvandi hugsi eg við hvørt, um eg ikki havi mist okkurt. Eg havi jú ikki havt heilt vánlig ungdómsár og havi ikki upplivað sama ungdómslív, sum míni vinir har heima hava. Men eg havi fingið so nógvar aðrar góðar og spennandi upplivingar við fótbóltinum, so tað er avgjørt einki, sum eg angri.«
? Ingi Højsted, yrkisspælari í Arsenal
- - -
Guri Poulsen og Bjartur Lamhauge úr Havnar Badmintonfelag vinna føroyameistaraheitini í badminton fyri einstaklingar