Makrelskipini gott fiskarí

Jupiter og Tróndur í Gøtu eru á veg inn at landa fyri aðru ferð í hesari vikuni Jupiter og Tróndur í Gøtu landaðu í fyrru helvt av vikuni ávikavist 420 og 500 tons av makreli í Hetlandi.

Nú eru tey bæði skipini aftur á veg inn at landa. Jupiter verður í Ålesund í kvøld við umleið 280 tonsum av makreli. Miðalvektin er 420 gram, og prísurin fyri ta støddina er 7,64 norskar krónur fyri kilo.

Tróndur í Gøtu verður inni í Liavaag í Noregi í kvøld við umleið 460 tonsum av makreli. Miðalvektin hjá teimum er 445 gram, og fyri ta støddina fáa teir 8,09 norskar krónur fyri kilo.