Makrelur er 3-5 kr. dýrari í Noregi enn í Føroyum

- Í 2005 fingu føroysk skip hægri prís fyri makrel enn miðalprísin, sum Norges Sildesalgslag læt. Árini 2006, 2007 og 2008 lógu prísirnir á sama støði. Hin stóri prísmunurin byrjar at síggjast í 2010, tá Føroyar áseta sær egna makrelkvotu, sigur Fróði Sivertsen hjá løggilda grannskoðaravirkinum Januar

Vilmund Jacobsen

Í framløgu síni um gongdina hjá føroyska fiskiskipaflotanum vísti Fróði Sivertsen á, at nógv hevur verið frammi seinnu árini um makrelin - hvat vit fáa burtur úr at áseta okkum egna kvotu, og hvat vit missa við ikki at vera partur av strandalandaavtaluni.
- Sum grannskoðaravirki fara vit ikki at blanda okkum upp í kjakið um, hvat er politiskt rætt og ikki.
Hann segði, at Januar til stuttleikar hevur hugt at, hvør miðal makrelprísurin hevur verið - hvat føroysk skip hava fingið fyri makrelin, og síðan eru samanburðir gjørdir við miðalprísir, sum útlendsk skip hava fingið hjá Norges Sildesalgslag. Hann segði, at hetta eru tøl, sum eru almannakunngjørd í roknskapum hjá norska felagnum.

Fyrst hægri
Fyri at kunna seta upp eina ávísa mynd av gongdini, hevur Januar í uppgerðini og samanburðinum tikið árini aftur til 2005.
Fróði Sivertsen segði, at í 2005 fingu føroysk skip ein betri makrelprís enn miðalprísin, sum Norges Sildesalgslag læt.
- Okkara skip fingu stívliga 12 kónur fyri kilo, meðan norski miðalprísurin hetta árið lá um 10-11 krónur fyri kilo. Árini 2006, 2007 og 2008 lógu prísirnir rættiliga á sama støði, men í 2009 var prísurin hjá føroyskum makrelskipum nakað lægri, segði hann.


Síðan lægri
Hin stóri prísmunurin byrjar at síggjast í 2010, tá Føroyar áseta sær sína egnu makrelkvotu.
- Tá er miðalprísurin, sum Norges Sildesalgslag letur fyri makrel, góðar átta krónur fyri kilo, meðan miðalprísurin, sum føroysk skip tá fáa, liggur niðri á umleið 4,40 krónum fyri kilo.
Fróði vísti á, at miðalprísurin hjá Norges Sildesalgslag økist í 2011, soleiðis at hann fer nakað yvir 10 krónur fyri kilo, samstundis sum prísurin, ið føroysk skip fáa, eisini økist og kemur upp á stívliga 5 krónur fyri kilo.
- Í 2012 er miðalprísurin hjá Norges Sildesalgslag lækkandi og liggur um 9 krónur, samstundis sum okkara miðalprísur tá er góðar 6 krónur fyri kilo. Tað merkir, at spennið millum okkara prísir og teir norsku minkar í 2012, segði hann.

Spennið veksur
Í síni framløgu segði Fróði Sivertsen, at prísirnir fyri 2013 ikki eru tøkir, men hann segði seg hava varhugan av, at munurin aftur fer at veksa.
- Norðmenn eru ikki byrjaðir at fiska makrel av álvara enn, og tí vita vit ikki, hvør miðalprísurin hjá teimum kemur at vera. Hinvegin halda vit, at okkara prísir hava verið eitt vet lægri í 2013 enn í 2012, og okkara makrelvertíð fer nú at líða, segði maðurin, sum legði fram greiningina hjá grannskoðaravirkinum Januar.