Hon er av kendastu sangarum í landinum. Seinastu mongu árini hevur hon virkað við á óteljandi fløgum og upptøkum annars. Og hon spennur líka frá rock tónleiki til tónleik til børnini. Stutt sagt, ein av best umtóktu sangarinnum, ið vit eiga.
Malan Thomsen hevur ríkað føroyska tóneleikapallin, og serliga upptøkusavnið, seinastu mongu árini, men ongantíð hevur hon sjálv givið út.
Nú roynir hon seg við egnari fløgu og hon dylir ikki, at hetta er gamal dreymur, ið nú gerst veruleiki.
Tónleikaparið Malan Thomsen og Finnur Hansen hava nú saman produserað eina fløgu við Maluni. Finnur hevur, umframt at produserað, verið tónleikari og hevur eisini sitið við knøttarnar í Jak-Zach Studio. Talan er um føroyskan popptónleik og tey standa sjálvi fyri útgávuni.
Fleiri kend nøvn eru við og millum teirra, ið hava skrivað løg, eru Finnur Hansen, Kim Hansen, Kári Jacobsen og Niclas Johannesen. Hesir báðir síðst nevndu hava eisini skrivað orð. Sjálv hevur Malan eisini sett orð saman til løg á fløguni.
Fløgan kemur væntandi hósdagin.