Hóast tað ikki hevur verið sett tíðarfreist fyri, nær aðalstjórarnir fyri tey ymsu stýrini skuldu setast, so er líkt til, at tað verður endaliga avgreitt aftaná summarfrítíðina.
Tað hevur ljóðað at partarnir í Landsstýrinum ikki hava verið samdir um, hvussu fíggjarmálastýrið skal myndast, men hesum afturvísir Anfinn Kallsberg. Hann ásannar kortini, at einstreingjaði bygnaðurin, sambært uppskotinum hjá Finn Norman Christensen, ikki kann nýtast á fíggjarøkinum , av tí at hetta økið er meira kompliserað og umfevnandi, enn hini aðalstýrini.
Starvsfólkini mugu góðtaka broytingarnar
- Bygnaðarbroytingarnar er ein proses, sum tekur nøkur ár at fáa í rættlag. - Tað eru so nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag, eitt nú hvussu stovnarnir undir fíggjarmálastýrinum skulu leggjast saman.
- Tingið hevur játtað pening til hølir, so tann parturin av broytingunum eru byrjaðar, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann avsannar at starvsfólkaviðurskiftini við umleggingini er oesøk til, at tað ikki hevur verið lýst eftir aðalstjóra enn.
- Tá vit fara undir slíkar broytingar, er greitt, at umrokeringar verða av ymsum slag, og neyðugt verður at finna teimum starvsfólkunum, sum vegna broytingarnar missa síni gomlu størv, arbeiði aðrastaðni í umsitingini. Tað mugu starvsfólkini venja seg við, sigur Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaðurin sigur annars, at arbeiðið við fíggjarmálastýrinum er m.a. at fáa greiðu á, hvat skal gerast við partar av deildunum, sum skulu liggja undir fíggjarmálastýrinum, men at tað ikki er nøkur løtt uppgáva, serliga tí fíggjarmál er so umfevnandi øki.
Stjóri við ábyrgd fyri fleiri myndugleikum
- Toll- og Skattstovan er stórur partur av fíggjarmálastýrinum. Hesin stovnur hevur nógvar deildir, við hvør sínum virkisøkjum. - Eitt nú er kommunala álíkningin og landsálíkningin undir einum á høvuðsdeildini í Havn.
- Tað merkir, at stjórin á Toll- og Skattstovuni hevur ábyrgd fyri landsstýrismanninum á umsitingarøkinum, men fyri Líkningaráð Føroya á fakliga økinum.
- Um vit velja einstreingjaðu loysnina, so skal álíkningarmyndugleikin leggjast undir landsstýrismannin í fíggjarmálum. Tað er eingin góð loysn, sigur Anfinn Kallsberg.
- Álíkningarmyndugleikin eigur eftir mínum tykki at liggja á einum stað, sum er óheft av landsstýrismanninum. Tí er neyðugt við umfatandi lógarbroytingum og politiskum samráðingum, áðrenn eg fari at lýsa starvið eftir aðalstjóra í fíggjarmálastýrinum leyst, sigur Anfinn Kallsberg.
Aðalstjórn og stjórnardeild
Spurningurin er, um tað er rætt, at nýta einstreingjaða skipanina hjá Norman Christensen í hesum føri, og um tað ikki er neyðugt at fíggjarmálastýrið verður skipað á annan hátt enn hini, eitt nú við aðalstjórn og stjórnardeild.
- Tað eru hesi viðurskifti, sum vit í løtuni arbeiða við, og sum er orsøkin til, at starvslýsingin eftir aðalstjóra í fíggjarmálastýrinum, ikki er lýst enn.
Anfinn Kallsberg væntar kortini, at lýst verður eftir aðalstjóranum um stutta tíð.