Krista Mørkøre hevur um vikuskiftið luttikið á stóru altjóða svimjistevnuni IDM í Berlin. 568 svimjarar úr 42 londum luttóku í kappingini.
Kappingin var merkt av, at HM verður seinni í summar, og tí vóru nógvir svimjarar tilmeldaðir, sum vilja náa kravtíðirnar og vinna sær pláss í HM-kappingini, sum verður í Glasgow í summar. Kappingin hjá Kristu Mørkøre var tí sera hørð.
Tað gekk sera væl hjá Kristu Mørkøre. Hon luttók í sjey kappingum og setti persónligt met í øllum sjey kappingunum. Harumframt megnaði hon eisini B-kravið til at luttaka í HM í 100 metra frísvimjing. Hetta merkir, at hon kann luttaka í HM í Glasgow, um hon fær eitt sonevnt wild card til kappingina.
ÍSB skrivar í tíðindaskrivið, at Krista Mørkøre er sera væl nøgd við kappingina. Tìðirnar gerast betri og eru prógv um, at venjingarnar geva úrslit.
- Í løtuni venur hon eina mest fyri at koma við til OL í Rio í 2016. Ein venjingarætlan er løgd fram ímóti komandi summari, har Krista ætlar at betra sínar persónligu tíðir enn meira. Kappingin hetta vikuskifti hevur verið góð fyri Kristu og hevur víst, at hon er í støðugari menning og er á veg fram ímóti teimum úrslitum, sum hon ætlar sær at náa, skrivar ÍSB.