Og tá bjóðar hann flokkinum til at fara frá, um tey vilja hava annan persón at leiða Sambandsflokkin um í valstríðinum
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum hevur sitið á fundið í morgun. Fyri løtu síðani var fundurin liðugur, og sum in.fo skilir, so hevur løgmaður stuðul frá einum meiriluta í tingbólkinum.
Semja er um at parkerað málið til í august, tá landsnevndin og tingbólkurin fara at viðgera málið.
Kaj Leo Holm Johannesen fer tá at bjóða sær til at fara frá, um flokkurin vil velja onkran annan í hansara stað.