B36 fekk trý stig burtur úr heimadystinum móti B68, men teir á havnarliðnum kundu kenna seg eitt sindur hepnar eftir sigurin.
B36 setti annars dagsskránna beinanvegin við at trýsta spælið langt niðan á B68-hálvuna, men skjótt komu toftamenn uppundan aftur, og bæði liðini komu fram til fleiri risastórar møguleikar.
Men størsti munurin á liðunum í fyrra hálvleiki var, at B36 hevði ein John Petersen, meðan B68 ikki hevði nakran áleypara, sum dugdi at fáa harðan valuta burtur úr opnu kjansunum, sum stungu seg upp.
Ein av dygdunum hjá nýggja toppskjúttanum í 1. deild er, at hann er sterkur inni í brotsteiginum, og tað var eisini tann styrkin, sum gav B36 leiðsluna, tá okkurt um eitt korter var spælt av dystinum. John Petersen fekk bóltin inni í 16-metrinum, og hóast hann hevði ein B68-verjuleikara í rygginum, megnaði hann at venda sær og skora til 1-0.
Og sjey minuttir seinni var B36-áleyparin, sum mánadagin slapp at royna seg sum liðskipari, eftir at Jens Kristian Hansen noyddist út tíðliga í dystinum, aftur á rætta plássinum í røttu løtuni.
Toftamenn vunnu bóltin á egnari hálvu nakað úti í vinstru síðu, men mistu hann aftur beinanvegin. Jan Guttesen legði beinanvegin innfyri til John Petersen, sum púra leysur bankaði bóltin upp í málhornið.
Nú var 2-0 til B36, hóast tað hevði gingið rímiliga javnt á. B68 hevði tá longu havt onkran stóran málmøguleika, eitt nú tá Andréy Stakhánov varð púra leysur við Egini Høgnesen uttan at fáa bóltin framvið B36-málverjanum.
Saman við John Petersen átti Egin Høgnesen heiðurin av, at B36 kundi fara til hálvleiks við tveymálsleiðslu. Hann tók skotið hjá Stakhánov, og stutt fyri hálvleik stóð Øssur Hansen púra leysur næstan heilt inni í málteiginum. Landsliðsmaðurin hjá B68 hevði bæði tíð og pláss, legði bóltin væl til rættis og skeyt, men B36-málmaðurin fekk vart fyri. Eisini Fróði Benjaminsen hevði góðan møguleika at fáa B68 á máltalvuna, men bólturin fór ikki inn. Allir teir størstu møguleikarnir hjá toftamonnum komu eftir mótálop, tá B36-verjan varð fangað langt uppi á vøllinum.
Í hinum endanum var John Petersen nær við at gera hat-trick, men lobbið hjá honum endaði á tvørstongini og fór aftur um málið.
Skiftu málmann
B36 skifti málmann í hálvleikssteðginum. Egin Høgnesen fekk ein skaða í økslina í steypadystinum móti HB tríggjar dagar frammanundan, og í hansara stað kom Sigmund av Teigum at verja B36-málið í seinna hálvleiki. Eykamálmaðurin hevur ikki nógvar 1. deildarroyndir at taka av, men hann kom gott í gongd við eini frálíkari bjarging eftir langskot.
Sum heild spældu teir tríggir málverjarnir, sum vóru í dystinum ? Egin Høgnesen, Magnus Poulsen og Sigmund av teigum ? allir væl.
Seinni hálvleikur gjørdist nokkso óruddiligur, og til tíðir var lítið og einki skil á spælinum hjá hvørgum av pørtunum.
B68 royndi at spæla seg fram gjøgnum síðurnar, men antin vóru sendingarnar ov óneyvar, ella vardu Ninoslav Milenkovic ? fongur fyri B36 ? og Bjarni Prior fyri.
Útiliðið fór longri og longri fram á vøllin, og tað elvdi eisini til hol har afturi á vøllinum. Eisini í seinna hálvleiki fingu bæði liðini fleiri møguleikar, men hetta vísti seg ikki at vera dagurin til nakra málveitslu, hóast kjansirnir ikki trutu.
Tað skuldu ganga 88 minuttir, áðrenn B68 loksins fekk mál. Bólturin varð førdur fram eftir í høgru síðu, har Andréy Stakhánov bleiv leysur. Hann sendi flatt innfyri til Øssur Jacobsen, sum púra leysur kundi renna bóltin í mál.
Jóhan Carl legði tríggjar minuttir aftur teimum 90, og hesar seinastu fimm minuttirnar legði B68 stórt trýst á fyri at fáa útjavnandi málið. Ein stórur møguleiki spurdist eisini burturúr, og hann átti Andréy Stakhánov, men russiski áleyparin skallaði framvið málinum.
Stutt seinni var dysturin liðugur. Hann endaði 2-1 og bleiv úrslitið sostatt ein endurtøka av tí í fjør. Størsti munurin á liðunum hesaferð var, at B36 hevði eitt effektivari álop, hóast tað ikki var serliga effektivt í fleiri førum.
Toftamenn kunnu iðra seg um, at teir ikki tóku av tilboðunum, tá tey komu, og vóna, at tað fer at liggja betur fyri næstu ferð, tá oddaliðið HB kemur á Svangaskarð.