Málverji gjørdi aldarinnar sjálvmál

(Kykmynd) Síggj málverjan hjá Malaga, Carlos Kameni gera aldarinnar sjálvmál ímóti Valencia

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málverjan hjá Malaga, Carlos Kameni gera tað, sum kann kallast aldarinnar sjálvmál í dysti ímóti Valencia í La Liga í kvøld.

 

Hvat Carlos Kameni hugsar, tá hann slær bóltin í egið mál er ikki lætt at vita, men ófatuliga skemtiligt fyri allan fótbóltsheimin at hyggja eftir, og flenna eftir. 

 

Malaga var á odda 1-0, tá Carlos Kameni gjørdi tað býtta sjálvmálið í 41. minutti. Og í seinna hálvleiki bleiv ilt verri, tá Valencia skoraði sigursmálið til 2-1, og Malaga, og serliga Carlos Kameni stóðu eftir við ongum.