Mamma Breivik kann fara heimaftur

Mamma norska drápsmannin Anders Behring Breivik hevur nú fingið loyvi til at fara aftur í íbúð sína í Oslo. Síðáni illgerðina tann 22. juli hevur løgreglan havt íbúðina, og hesa tíðina hevur mamman búð á einum loyniligum staði. Hesa tíðina hevur hon eisini javnan havt vitjan av lækna.

Christian Hatlo hjá løgregluni í Oslo sigur við Aftenposten, at løgreglan hevur kannað íbúðina fleiri ferðir, og at løgreglumenninir hava funnið ymiskt, sum hevur týdning fyri málið.

Løgreglan hevur eisini avhoyrt mammu Breivik nakrar ferðir, seinast í síðstu viku. Nógvir norðmenn hava samkenslu við henni, og hon hevur fingið nógvar stuðulsheilsanir á Facebook.

Christian Hatlo sigur við Aftenposten, at løgreglan fer framhaldandi at veita mammuni neyðuga trygd. Hann dugir tó ikki at siga, um hon fer at flyta aftur í íbúðina, har sonurin eisini búði eitt skifti.