Børnini fylla nógv, tá ið Turið greiðir frá tíðini, sum hon hevði krabbamein, og sjúkraviðgerðin verður lýst við merkisdøgum hjá børnunum. Dagurin, tá ið hon fekk at vita, at krabbameinið hevði spreitt seg, var átta dagar eftir, at Lív fylti sjey. Hon fór til Danmarkar sama mánað, sum Lív byrjaði í fyrsta flokki. Og sjálvur dagurin, tá ið krabbameinið varð staðfest, var 15 ára føðingardagurin hjá Leivi.
Men meðan mamman stúrdi fyri børnunum, syrgdu og stúrdu børnini hinvegin um mammuna. Tey snakkaðu bara ikki so nógv um tað. Nú skjótt tvey ár aftaná tann ræðuliga dagin, og eitt ár eftir at mamman varð liðug við viðgerðina, sita tey rundan um stovuborði saman við mammuni og fortelja, hvussu tað var at hava eina deyðasjúka mammu.
Dagurin, tá ringu boðini komu, fyllir nógv. Leivur hevði bjóðað vinum í føðingardag um kvøldi, og tveir vinnmenn komu við honum heim úr skúlanum. Tá teir komu inn, fóru vinmenninir beint upp í kamarið hjá Leivi at spæla playstation, meðan hann fór inn í køkin. Men har var okkurt heilt galið. Mamman, pápin, omman og abbin og 11 ára gamla systirin vóru øll har, og tey grótu øll.
Hon fer at doyggja
Guðrun, sum nú er tannáringur og skjótt fyllir fjúrtan, minnist eisini væl hesa løtuna. Hon kom fyrst heim úr skúlanum.
- Tey stóðu øll og grótu, og eg tonkti, at onkur var deyður. Eg lat bara sum einki og setti meg inn í stovuna. So komu tey inn í stovuna til mín og greiddu mær frá, at mamma var sjúk, men at tað fór at ganga, og at hon fór at verða frísk aftur, greiðir Guðrun frá. Hon minnist at hon hugsaði: Krabbamein, so fer mamma at doyggja.
Yngsta dóttirin, Lív, var seks ár og gekk í barnagarði. Tey størri børnini komu heim úr skúla, meðan foreldrini framvegis vóru púra skelkaði, men áðrenn Lív kom úr barnagarð, fingu foreldrini tíð at hugsa seg um. Turið orkaði tó ikki at fortelja tað fyri seks ára gomlu dóttrini beinanvegin.
- Tað var ræðuligt at fortelja tað fyri Lív. Eg hevði havt tíð at hugsa so nógv, at eg veruliga skilti, hvussu álvarsamt tað var, sigur Turið. Hon ringdi eisini til barnagarðin hjá Lív og greiddi teimum frá støðuni, so tey kundu hjálpa og stuðla Lív, meðan hon var í barnagarði.
Tú kanst síggja høvdið
Lív spurdi ikki nógv og vísti ikki nógva sorg, men av tí at Turið hevði eitt so gott samskifti við pedagogin hjá dóttirini, fann hon út av, at Lív eisini hugsaði nógv.
- Pedegogurin tók sær ómetaliga væl av Lív. Onkuntíð fór hon túrar einsamøll saman við henni og prátaði við hana. Og Lív segði meira fyri henni enn fyri mær, millum annað, at hon var bangin fyri, at eg fór at doyggja, greiðir Turið frá.
Ótilvitað royndu børnini nokk øll at verja mammuna, og tey høvdu eisini brúk fyri at vera glað og jalig. Meðan vit sita og práta, spyr Turið yngstu dóttrina, um hon minnist hinaferð, tá ið hon kom inn á wcið, tá mamman stóð og setti turriklæði á høvdi. Lív flennir og Turið fortelur:
- Hon sá sikkurt, at eg hevði grátið, og hon hugdi upp á meg og segði: Mamma, tú skalt ikki vera kedd, tí nú sleppur tú at síggja títt høvd, sigur Turið, og tey flenna øll.
Eldra dóttirin, Guðrun, sigur, at hon hugsaði um, hvat hon segði við mammu sína, meðan hon var sjúk.
- Áðrenn mamma gjørdist sjúk, skeldaðust vit báðar nokk so nógv, men meðan hon var sjúk, royndi eg ikki at skeldast við hana, tí so bleiv eg alt ov kedd, sigur Guðrun.
At hava onnur
Tá Leivur hevði prátað við foreldrini, og tey høvdu greitt honum frá, at mamman hevði krabbamein, fór hann upp til vinnmennirnar. Teir sótu og spældu playstation, og hann setti seg á seingina.
- Teir spurdu meg, hvat feilti, og eg segði, at mamma var sjúk, og at hon hevði krabbamein. Leivur minnist ikki, hvat vinmenninir søgdu, men tað kendist gott, at teir vistu tað. Føðingardagurin var útsettur til dagin eftir, og tí fingu hini vinfólkini tað eisini at vita.
- Vinfólkini hjá honum vóru ótrúliga fitt, greiðir Turið frá.
- Tey komu inn í stovuna og søgdu, at tað var keðiligt, at eg var sjúk, og at foreldrini hjá teimum kundu ikki trúgva, at eg var rakt, minnist Turið.
Eldra dóttirin, Guðrun, sigur, at hon ikki fortaldi tað fyri sínum vinkonum beinanvegin. Tað orkaði hon ikki. Men hon visti, at besta vinkonan visti tað.
- Eg orkaði ikki at snakka um tað ella at hugsa um tað, greiðir Guðrun frá.
- Men eg hugsaði nógv álíkavæl. Eg hugsaði ofta: Hvussu hevur mamma tað nú.
At liva við krabbameini
Fyri einum árið síðani setti bólkurin Bót til Bata hjá Føroya felag móti krabbameini ein serligan barnabólk á stovn. Børnini hjá Turið vóru bjóðað við, og ein sálarfrøðingur kom heim at práta við tey.
Hetta var aftaná, at viðgerðin hjá mammuni var liðug, og bæði Guðrun og Leivur høvdu hug at muta ímóti, men tey fóru øll, og tað eru tey glað fyri.
Guðrun sigur, at tað hevur verið gott at vera saman við øðrum, sum hava verið ígjøgnum tað sama sum tey. Leivur er samdur.
- Tað hjálpir at tosa um tað, so man ikki goymir upp á sorgina so ræðuliga leingi, sigur hann. Besti vinmaður hansara hevði eisini ein pápa, sum varð sjúkur og doyði av krabbameini um somu tíð, sum mamma hansara var sjúk.
- Vit tosaðu nógv saman, og tað hjálpti mær nógv. Vit vóru í sorg, og hann føldi tað sama, sum eg føldi, sigur Leivur. Tað var eisini hart, at pápin hjá vinmanninum doyði, og Leivur hugsaði nógv um, hvussu tað fór at vera, um mamman doyði.
- Eg hugsaði um, at eg kanska skuldi liva restina av lívinum bara við babba og systrunum. Tað var nóg ringt, tá mamma onkuntíð fór á pedagogskeið í nakrar dagar – og so í eitt heilt lív, sigur Leivur við einum lítlum smíli.
Men mamman vendi aftur til lívið, og hugnaliga stovan við tí góða útsýninum yvir Nólsoyarfjørð er full av hugnaligari, kvinnuligari nærveru. Fitti síðhærdi gravhundurin, Luddi, liggur og snorkar á gólvinum, og 8 ára gamla Lív minnir mammu sína á, at nú má hon koma at koyra seg til fimleik.