Mamman fekk ikki deyðadóm

Ein kvinna í USA, sum bleiv funnin sek í at hava beint fyri sínum egna barni í einum mikrobylgjuovni, slapp undan deyðarevsing, hóast ákæruvaldið hevði biðið rættin døma kvinnuna til deyða fyri brotsgerðina.

Málið var fyri einumm nevningatingi, og eftir at hava tosað aftur og fram um avhoyringarnar í fimm tímar samdust nevningarnir um, at tann 28 ára gamla China Arnold skuldi fáa lívlangt fongsul. Kvinnan var dømd sek frammanundan, og nevningarnir skuldu tí bara gera av, hvørt hon skuldi dømast til deyða ella fáa lívlangt fongsul.

Nú skal dómarin so gera av, um China Arnold skal sita alt sítt lív í fongsli, ella um hon kann royndarleyslatast um 25 ella 30 ár, skrivar AP.