Um tað er rætt at drepa springarar ella ikki, er eitt kjak, ið regluliga stingur seg upp millum føroyingar, tá springarar verða hildnir til.
Drápið í Hvalvík týsdagin hevur elvt til nógv kjak, men í fjør vakti tað eisini ans, tá 219 springarar blivu hildnir til inni í Skálafjørðinum. Tað var tó ikki sjálvt drápið, ið vakti ans tá, men heldur, at bólkurin av springarum varð funnin í Nólsoyarfirði og skuldu av røttum reksast inn á Sandagerð.
Finnbogi Midjord, sýslumaður fyri Streymoynna, gav tó boð um, at springararnir ikki skuldi rekast inn á Havnina. Ein av orsøkunum til avgerðina hjá sýslumanninum hendan dagin var, at hann hevði fingið at vita frá Tórshavnar kommunu, at tey ynsktu ikki at springarar blivu dripnir á Sandagerði. Tað váttar Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fyri Vikuskiftis-Sosialinum.
- Tað vóru ymiskar orsøkir til, at vit ikki ynsktu at drepa springarar í Sandagerði. Fyrst og fremst var tað, at Sandagerð ikki er serliga væl egnað sum hvalvág til springarar. Harnæst høvdu fleiri grindir verið tað árið og fólk høvdu nokk, men tað hevði eisini nakað við umdømið at gera, sigur Annika Olsen við blaðið og leggur afturat.
- So leingi sum kommunan er ein partur av øllum hesum, so haldi eg vit skulu hugsa okkum væl um. Man skal ikki drepa bara fyri at drepa. Um tað hevur verið nokk av grind, so bilar tað einki, at man letur ein flokk av springarum fara, tí vit vita, at tað provokerar, sigur Annika Olsen.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu leggur tó dent á, at hon ikki ynskir at skerja rættin hjá føroyingum at drepa springarar, men mælir bara til, at gera tað við umhugsni.
- Eg haldi sjálv, at man skal vera øgiliga varin við at drepa springarar, men eg ynski ikki at skerja rættin at drepa teir. Vit skulu verja okkara rætt, men gera tað við umhugsni. Tað var tað vit gjørdu í fjør. Vit høvdu havt nokk av grind, og tí var tað ikki neyðugt at leggjast á ein bólk av springarum, sigur borgarstjórin.
Til ber at lesa eina longri grein um kjakið um springaradráp í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.