Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá liðfelaganum hjá Gunnari Nielsen í Manchester City. Joe Hart hevur annars verið tann stóra málmansvónin í Onglandi.
Joe Hart kann tí missa málmansplássið til íran Shay Given, tá Manchester City komandi vikuskiftið spælir grannauppgerð ímóti Manchester United í Premier League. Hetta skrivar bretska blaðið ?Daily Mail?.
Sambært Daily Mail sleppur Joe Hart at standa í mál ímóti West Bromwich Albion í morgin, men ger hann fleiri málmansdropp, so fær tað avleiðingar.