Í morgun var lutakast til næsta umfar í Champions League. Bólkaspælið er liðugt, og nú er klárt at fara undir endaspælið. Nógv stórlið eru eftir í kappingini, og tí eru fleiri stórdystir í væntu.
Dystirnir í komandi umfari verða hesir:
Manchester City - Barcelona
Paris St-Germain - Chelsea
Bayer Leverkusen - Atletico Madrid
Juventus - Borussia Dortmund
Schalke - Real Madrid
Shakhtar Donetsk - Bayern Munich
Arsenal - Monaco
Basel - FC Porto
Enska meistarafelagið Manchester City skal møta spanska risanum Barcelona. Tey møttust eisini í endaspælinum í fjør. Tá vann Barcelona 4 - 1 tilsamans.
José Mourinho fekk sítt ynski uppfylt, við at hansara Chelsea skal spæla móti fronsku meistarunum Paris Saint-Germain og Zlatan Ibrahimovic. Hesi bæði liðini spældu eisini í móti hvørjum øðrum í fjør. Tá vann Chelsea seg víðari upp á regulin um mál skoraði á útivølli.
Arsenal skal spæla móti franska felagnum Monaco. Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, hevur fyrr verið venjari hjá franska liðnum.
Fyrru dystirnir verða spældir 17. og 18. februar, meðan seinnu dystirnir verða spældir 24. og 25. februar.