Fyrsti dysturin í nýggja árinum í Premier League var millum West Bromwich Albion og Manchester United. Wayne Rooney legði Manchester United á odda longu eftir tríggjar minuttir. Málið er hansara fyrsta frá opnum spæli síðani mars. Løtu seinni javnaði James Morrison fyri vertirnar.
Í seinna hálvleiki hevði WBA ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, men brotsparkið endaði næstan ein heilan metur við síðuna av málinum. Eitt korter fyri tíð avgjørdi innskifti Javier Hernandez dystin, tá hann stútaði eitt horna í mál.
Manchester United liggur á odda í Premier League saman við Manchester City, sum vann 1-0 á Blackpool í dag. Bæði Manchester liðini hava 41 stig, men Manchester City hevur spælt tveir dystir fleiri.
Á Anfield spældi Liverpool ein av sínum betru dystum hetta kappingarárið og eydnan var við heimaliðnum. Í fyrra hálvleiki skapti Liverpool einar tveir góðar møguleikar, men tað endaði við, at Kevin Davis stútaði Bolton á odda stutt fyri hálvleik.
Í seinna hálvleiki legði Liverpool Bolton undir trýst. Longu eftir fimm minuttir javnaði Fernando Torres. Liverpool helt fram at trýsta og lønin kom í yvirtíðini. Eitt innlegg endar við, at Joe Cole kann seta innarusíðuna á bóltin og tryggja Liverpool sigurin.
Enskir miðlar siga seg vita, at venjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson, helst verður koyrdur í næstum. Liverpool liggur eftir dystin í dag á einum 9. plássi.
Premier League:
WBA ? Manchester United 1-2
Liverpool ? Bolton 2-1
Manchester City ? Blackpool 1-0
Stoke ? Everton 2-0
Sunderland ? Blackburn 3-0
Tottenham ? Fulham 1-0
West Ham ? Wolves 2-0
Birmingham ? Arsenal (Kl. 17.30)