Eftir fýra ár sum nummar eitt er Real Madrid rokið niður á eitt triðjapláss á listanum yvir tey mest verdu fótbóltsfeløgini.
Manchester United er við einum mettum virði á umleið 24,3 milliardir krónur tað mest verda fótbóltsfelagið í heiminum, tá tað verður gjørt upp fíggjarliga.
Tað vísir árliga uppgerðin yvir tey mest verdu fótbóltsfeløgini í heiminum, sum amerikanska vinnublaðið Forbest hevur gjørt.
Manchester United endurvinnur heiðurin við hjálp av einum sterkum brandi og eini offensivari ítróttarstrategi, skrivar Forbes.
Sjálvt um tað bara gjørdist eitt skuffandi sættapláss í Premier League hesaferð, so hevur enska fótbótlsfelagið tikið heiðurin sum virðismesta fótbóltsfelag frá spanska Real Madrid.
Spanska kongafelagið hevur annars ligið ovast á listanum tey seinastu fýra árini og vunnið bæðii spanska meistaraheitið og Champions League seinast.
Men Los Blancos eru nú heilt niðri á einum triðjaplássi við einum mettum virði á umleið 23,6 milliardir krónur – annaðplássið hevur Barcelona við einum mettum virði á umleið 24 milliardir krónur.
Numar fýra á listanum er týska Bayern München við einum mettum virði á umleið 17,8 milliardir krónur, og síðsta liið á topp fimm er Manchester city, sum hevur eitt metta virði upp á 13,7 milliardir krónur.
/ritzau/