Manchester United kom ikki úr kreppuni móti Valencia

Manchester United spældi 0-0 móti Valencia á Old Trafford

Gongdin í Manchester United hevur ikki verið góð í seinastuni, so liðið hevði tørv á einum góðum úrslitið tá ið Valencia kom á vitjan í Champions League í kvøld.

 

Tað var tó einki, ið bendi á at enska stórfelagið skuldi venda gongdini í fyrra hálvleiki. Valencia spældi seg til flestu góðu støðurnar, og serliga Goncalo Guedes var ein støðug hóttan á ensku verjuna.

Eftir 0-0 í hálvlekinum byrjaði Manchester United betri eftir steðgin. Nú komu teir reyðu til flestu støðurnar, og sum frá leið, fingu teir lagt eitt alsamt størri trýst á Valencia, og Marcus Rashford rakti eitt nú yvirleggjaran við lúmskum frísparki.

 

Men at skora mál dugdu Unitedleikararnir ikki í kvøld, og dysturin endaði 0-0, og kreppan tykist ikki loysnað í reyða partinum av Manchester.