Við málum frá Ryan Giggs og Wayne Rooney, er Manchester United so gott sum í Champions League finaluni 2011. Manchester United hevur ongantíð koppa týskari mótstøðu eftir bólkaspælið á veg til finaluna í Champions League. Men hóast bara fyrra hálvfinalan er spæld, so tykist tað greitt, at Manchester United hesa ferð koppar týsku mótstøðuni.
Fyrri hálvleikur á Veltins Arena í Schalke var eitt langt Manchester United álop. Schalke vísti hví teir liggja mitt í stigatalvuni í Týsklandi og ikki í oddinum. Var tað ikki fyri Manuel Neuer í Schalke málinum, so kundi Manchester United verið á odda við fleiri málum.
Málini komu ikki fyrr enn í seinna hálvleiki. Fyrst var tað Ryan Giggs, ið skoraði sítt fyrsta mál á týskari jørð síðani 2001. Løtu seinni økti Wayne Rooney úr stuttari fjarstøðu. Manchester United var nógv betri allan dystin og kundi vunnið við fleiri málum. Sjáldan hevur eitt so vánaligt lið verið í hálvfinaluni í Champions League, sum Schalke.
Liðini møtast aftur á Old Trafford í Manchester um eina viku. Tað er einki, ið bendur á at Manchester United ikki kemur í Champions League finaluna 2011.
Champions League hálvfinalur:
Schalke ? Manchester United 0-2
0-1 Ryan Giggs, 67
0-2 Wayne Rooney, 69