Manchester United vil hava hendan venjaran

Nógv bendir á, at Manchester United ætlar sær ein venjara, sum longu hevur eitt gott starv

Hjá flestu altjóða miðlunum verður mett, at Mauricio Pochettino er maðurin, ið Manchester United vil hava sum nýggjan venjara. Hann er venjari hjá Paris Saint Germain.

 

Mauricio Pochettino, sum er fyrrverandi argentinskur landsliðsspælari, byrjaði tíðina í Premier League við Southampton, áðrenn hann tók við sum venjari hjá Tottenham. Her fekk hann væl burturúr, men tað bleiv ongantíð til eitt steyp.

 

Í umleið eitt ár hevur hann verið venjari hjá Paris Saint Germain, men hóast nógv stjørnur eru á liðnum, so hevur leingi verið mett, at hann ikki passar so væl til tað, sum PSG vil. Mauricio Pochettino er ein venjari, ið vil hava eit hartarbeiðandi lið, sum leggur nógv fyri dagin.

 

Hann hevur fyrr verið settur í samband við Manchester United. Hann er eisini í Manchester í hesum døgum, men tað er tí at PSG skal spæla móti Manchester City í Champions League í morgin.

 

Søgurnar siga, at PSG hevur ætlan um at fáa Zinedine Zidane til venjara. Hann hevur góð úrslit at vísa á, frá tíðini í Real Madrid. Serliga í Champions League, sum er stóra málið hjá PSG.