Útlendingamál
Tann ruðuleiki, sum er í útlendingamálunum, er ein ruðuleiki, sum samgongan sjálv hevur skapt.
Tað sigur Høgni, Hoydal, sum var landsstýrismaður á økinum í fleiri ár.
Nú Jógvan við Keldu varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, var útlendingapolitikkurin nevndur sum eitt málsøki, sum lá í órøkt, men sum hann hevði fingið sett á skinnarar. Men sambært fólkaflokkinum og samgonguni, var hetta við til at slíta landsstýrismannin so illa, at hann mátti skiftast út.
Høgni Hoydal hevur ikki annað enn eitt skeivt smíl til yvirs fyri hesi grundgevingini.
- Hetta er beinleiðis ósatt! Veruleikin er tvørturímóti, at tá ið seinasta samgonga slitnaði, var útlendingamálið sett á skinnarar.
Upprunaliga umsat vinnumálaráðið tann partin av útlendingamálunum, sum hevði við arbeiðs- og uppihaldsloyvi at gera, men familjusamanføringar hoyrdu undir løgmálaráðnum, sum nú eitur innlendismálaráðið.
Ì tryggum hondum
Høgni Hoydal vísir á, at fyrst fekk han savnað øll útlendingamálini á einum stað undir løgmálaráðnum. Síðani fekk hann samgonguna at játta tvær milliónir eyka til umsitingina av útlendingamálum fyri at styrkja málsviðgerðirnar.
Men tað lá alla tíðina í kortunum, at føroyingar skuldu yvirtaka økið og eg fekk eisini eina greiða avtalu við donsku stjórnina um, hvussu útlendingamálini skuldu umsitast, til tey vóru yvirtikin.
Avtalan segði greitt, hvussu umsóknir skuldu viðgerðast. Hon hevði eisini greiðar reglar fyri, hvussu mál um ólóglig uppihaldsloyvi skuldu handfarast.
Somuleiðis stóð í avtaluni, hvussu málsviðgerðin kundi gerast smidligari fyri at stytta hana.
Harafturat hevði avtalan eina serliga skipan fyri ítróttarfólk. Hetta bar í sær, at útlendsk ítróttarfólk kundu vera í starvi hjá einum ítróttarfelag. Men harafturat kundu tey hava tveir arbeiðsgevarar afturat og tilsamans skuldu tey hava eina løn, sum svaraði til eina arbeiðsmannaløn.
Høgni Hoydal heldur at hetta var ein frálík avtala.
Avtalan var liðug, men sama dag, sum hon skuldi vera undirskrivað, sendi løgmaður, Anfinn Kallsberg, landsstýrismenninar hjá tjóðveldisflokkinum til hús og útskrivaði nýval.
Gera mun á fólki
Høgni Hoydal staðfestir sostatt, at tá ið hendan samgongan tók við, lógu útlendingamálini í ógvuliga tryggum hondum.
Men síðani hevur tað verið fullkomiligur ruðuleiki á útlendingaøkinum og tað hevur ikki bara Jógvan við Keldu, men øll samgongan skyldina í.
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur, at orsøkin til ruðuleikan, sum nú valdar á útlendingamálinum, er, at samgongan hevur álagt landsstýrismanninum í innlendismálum at umsita útlendingamálini á ein hátt, sum ikki letur seg gera.
Jógvan við Keldu fekk boð um, at teir útlendingar, sum longu vóru í Føroyum, skuldu sleppa at verða verandi, men fleiri útlendingar skuldu ikki til landið, fyrrenn greiðar reglar vórðu gjørdar.
Høgni Hoydal sigur, at hetta er brot á allar fyrisitingarreglum tí grundarlagið undir rættartrygdini er, at øll skulu hava somu viðferð.
Men ístaðin fyri at gera reglar, so at øll fingu somu viðferð, gjørdi samgongan eina politiska loysn, sum staðfesti, at øll ikki skulu viðfarast eins og tað er orsøkin til ruðuleikan, tí embætisfólkið í innlendismálaráðnum kann ikki umsita eftir eini politiskari loysn har øll ikki eru javntsett fyri lógini.
Hann heldur, at tað er her, hundurin liggur grivin.
Grundarlagið má vera, at greiðar reglur mugu gerast, sum allar umsóknir skulu viðgerast eftir.
Høgni Hoydal sigur, at harafturat hendi so tað, at samgongan skarvaði tær báðar milliónirnar, hann hevði fingið afturat til fyrisitingina í innlendismálaráðnum, av aftur, og meiri afturat, so at fyrisitingin nú er veikari enn hon var.
Og ístaðin fyri at vit fingu avtaluna um ítróttarfólk, setti samgongan prosent á fyri, hvussu nógva løn, eitt ítróttarfelag minst skuldi betala og tað var ikki ein avtala, sum gagnaði ítróttinum.
Kunnu yvirtakast fyri tríggjar milliónir
Høgni Hoydal mælir tí framvegis staðiliga til, at útlendingamálini verða yvirtikin.
Verða tey ikki yvirtikin, er skipanin, sum nú er, heilt burturvið. Skulu vit ikki yvirtaka útlendingamálini, sum er heldur ongin orsøk til at umsita tey, ella ein part av teimum, sum vit gera nú. So er bara at lata donsku stjórnina umsita tey.
Hinvegin sigur Høgni Hoydal, at tað kostar ikki meiri enn tvær, tríggjar milliónir um árið at yvirtaka útlendingamálini, umframt eina eingangsútreiðslu til at gera neyðuga lógarverkið.