Mangla smiðir

Vit hava úr at gera, men mangla fólk til umvælingarnar, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

Tað er ikki arbeiði sum manglar á Tórshavnar Skipasmiðju. Har er ov mikið at taka sær til, men tað er sera torført, at fáa fatur á smiðum til umvælingararbeiðið, sigur Poul Mohr í eini stuttari samrøðu.

- Vit hava tríggjar nýbygningar í gerð til Grønlands. Tann fyrsti skal latast í apríl mánað komandi. Hinir báðir verða latnir ávikavíst í november og apríl komandi ár.

- Harumframt hava vit nokk at gera við umvælingum, men her knípir at fáa fatur á smiðum. Tað hevur altíð verið trupult at fáa fatur á smiðum, men nú ber av.

- Teir fáa betri sømdir við at fara av landinum at arbeiða. Skattalætta fyri at arbeiða aðrastaðni. Tað er onki at ivast í at tað var rætt, tann tíð tað var, men harfyri er tað ikki rætt um allar ævir.

Poul Mohr sigur, at støðan er tann sama á Skála. Teir hava nokk at gera, men hava eisini trupuleikar at fáa fólk.

Tað starvast umleið 170 fólk hjá Tórshavnar Skipasmiðju, og á Skála eru umleið 75 mans í starvi.