Eingin ivi er um, at nýggi Glasir bygningurin er flottur. Men óansæð hvussu flottur hann er, er tað ein sannroynd, at 21 átrokandi ábøtur skulu gerast í nýggja marknagilsdepilin, fyri at tað skal vera nóg trygt hjá lærarum og næmingum at virka har. Landsverk hevur gjørt ein lista við 21 ábótum, sum skulu gerast sum skjótast.
Forkvinnan í Yrkisfelagnum Miðnám, Nikolina Olsen, varð skelkað, tá hon hoyrdi um tær 21 ábøturnar, sum skulu gerast í nýggja bygningin.
- Eg skilji ikki, at myndugleikarnir hava givið loyvi til, at mann flutti inn í skúlan í august, í staðin fyri at mann bíðaði í eitt ár og fekk øll hesi tingini uppá pláss. Tað haldi eg, er øgiliga langt úti, sigur Nikolina Olsen í samrøðu á FM1 í dag.
Les eisini: Lærari: Ótolandi arbeiðsumstøður á Glasi
- Eg haldi, teir flestu limirnir hjá okkum eru samdir um, at var púra ørt at fara í gongd í august mánað. Mann sá beinanvegin, at har var nógv, sum ikki var liðugt, og tað er enn ikki liðugt, sigur hon við FM1.
Nikolina Olsen dugir ikki at siga, hvør hevur ábyrgdina av hesum, men vísir á, at tey í Yrkisfelagnum fara at taka málið upp.