Í Danmark lótu valhølini upp klokkan níggju, og á middegi høvdu 20,4 prosent av veljarunum verið og greitt atkvøðu. Tað er tað sama sum á valinum í 2009.
Tær seinastu veljarakanningarnar vísa, at Framburðsflokkurin fær ta størstu undirtøkuna og trý umboð í Bruxelles. Tað fáa Sosialdemokratarnir og Vinstri eisini. Hini fýra donsku umboðini fella væntandi til SF, Fólkafylkingina ímóti ES, Konservativa Fólkaflokkin og Radikala Vinstra.
Umframt at velja umboð í Evropatingið skulu danir atkvøða fyri ella ímóti einum uppskoti um danska luttøku í tí evropeiska patentdómstólinum.
Sjey av ES-londunum, teirra millum Bretland og Niðurlond, avgreiddu valið til Evropatingið hósdagin, men úrslitini eru ikki almenn enn.