Nýggj gransking vísir, at menn líða meiri enn kvinnur, tá influensan rakar. Orsøkin skal vera, at stórar mongdir av testostoroni gera immunverjuna veikari.
Granskingarverkætlanin hevði til endamáls at kanna, hvussu koppseting móti krími ávirkaði ávikavist kvinnur og menn. Og úrslitið var, at kvinnur hava sterkari andevni ímóti sjúkuni, enn menn, og at tær tískil lættari megna at berjast ímóti virusinum.
Menn, sum hava lága nøgd av testostoroni verða heldur ikki eins hart raktir, sum menn við høgari nøgd av testostoroni.
Professari í mikrobiologi og immunologi, Mark Davis, sum hevur staðið handan granskingina sigur, at hetta er tann fyrsta verkætlanin, sum prógvar ein samanhang ímillum nøgdina av testosteroni, genávirkan og immunverjuna hjá fólki.
Granskingin var kunngjørd í tíðarritinum »Proceedings of the National Academy of Sciences«
Í stuttum staðfesti kanningin, at kvinnur hava størri nøgd av teimum ávaringar-proteinunum, sum immunkyknurnar senda aftur og fram, tá kroppurin er undir hóttan av sjúku. Høg nøgd av testosteroni minkar um hesi ávaringar-proteinini, og tískil verða menn - við høgari nøgd av testostoroni - sjúkari, tá krímið rakar.