11 av teimum 20 monnunum, sum vóru við bingjuskipinum Maersk Alabama, tá tað bleiv rænt úti fyri somalisku strondini í 2009, krevja nú næstan 300 milliónir krónur í endurgjaldi frá danska reiðarínum. Tað skrivar amerikanska blaðið The Virginia Pilot.
Sjóránið í 2009 vardi fimm dagar og endaði við, at hermenn av einum amerikonskum herskipi skutu tríggjar sjórænarar og fríaðu skiparan Richard Phillips, sum lat sjórænararnar taka seg gísla, afturfyri at manningin og skipið sluppu leys. Phillips skipari bleiv seinni umrøddur sum amerikonsk hetja, og nú skal ein filmur gerast um hann við sjálvum Tom Hanks í leiklutinum sum skipari.
Men manningin á Maersk Alabama hevur eina aðra uppfatan av málinum. Teir krevja endurgjald frá Mærsk og frá fyritøkuni Waterman Steamship, sum hevði leigað skipið. Í ákæruritinum sigur manningin, at við at góðtaka framferðina hjá skiparanum setti reiðaríið lívið hjá manningini í vanda. Sjómenninir vísa eisini á, at skipið var 250 fjórðingar úr somalisku strondini, hóast altjóða skipaferðslan hevði fingið tilmæli um at halda seg 600 fjórðingar úr landi orsakað av vandanum fyri sjóráni.
Enn er ikki avgjørt, nær málið kemur fyri rættin.