Svenska loftferðsluskaðanevndin staðfestir nú, at tað norska Hercules-flogfarið, sum rendi á svenska fjallið Kebnekaise tann 15. mars, fleyg ígjøgnum skýggj, og at manningin fekk onga ávaring frá tólunum, áðrenn tað stoytti.
-Tað er einki, sum bendir á, at manningin var vitandi um vandan, sigur kanningarleiðarin hjá svensku skaðanevndini, Agne Widholm.
Kanningar beint aftan á vanlukkuna tann 15. mars vístu, at hevði flogfarið verið 70 metrar hægri, hevði tað ikki rent á fjallið.
Norska hervaldið átti flogfarið, og tey fimm fólkini, sum vóru í tí, doyðu. Flogfarið var á veg úr Evenes í Noregi til Kiruna í Norðursvøríki í sambandi við eina hernaðarvenjing, tá vanlukkan hendi.