GULLBERG SOKKIN: Manningin á Gullberg kom í land í Vestmanna um kl. 19 í kvøld, tá Sjagaklettur legði at bryggju.
Tummas Christophersen, reiðari, tók sjálvur móti endanum, tá Sjagaklettur legði at, og var millum teir fyrstu umborð at taka ímóti manningini.
Fólk á bryggjuni í Vestmanna vóru sjónliga ávirkað av hendingini. Manningin, sum taldi átta mans og eina kvinnu, tóktist tó verða rættiliga rólig og í rímuliga góðum lag eftir umstøðunum, tá tey komu í land.
Onkur av teimum nærmastu vóru komin at taka ímóti, eitt nú við skóm og øðrum til manningina, soleiðis at tey ikki noyddust í land í inniskóm.
Skógvar og aðrir lutir eru stundir og umstøður sjálvsagt ikki til at taka við, tá manningin noyddist í yvirlivilsisdraktirnar og síðani umborð á mob-bátarnar.
Tað var beint eftir klokkan 8 í morgun, at boðað var frá, at Gullberg tók nógvan sjógv inn í msakinrúmið, og at teir høvdu brúk fyri pumpum.
So nógvur sjógvur kom tó inn, at tað skjótt gjørdist manningini greitt, at tey ikki fóru at megna at halda lens.
Bert ein góðan tíma seinni, beint eftir klokkan 9, sakk Gullberg, okkurt um 90 fjóðringar norðan fyri Føroyar.
Gullberg var farin undir makrelfiskiskap saman við Sjagakletti, sum hann partrolaði við.
Fleiri myndir síggjast í myndatema niðanfyri: in.fo/index.php