Mansmøti í Pakkhúsinum í Bø

Nú týsdagin 2. septembur kl. 20 verður mansmøti í Pakkhúsinum í Bø við luttøku av Poul Færø o.ø. Eins og kvinnur í mong ár hava samlast í AGLOW í Vágum, er nú farið í gongd við, at hava mansmøti í oynni. Ætlanin er framyvir at hava tiltaki hvønn 1. týsdag í hvørjum mánaða. Fyrsta møti verður í Pakkhúsinum í Bø. Alt kallkyn yvir 18 ár er vælkomið og er eingin avmarking v.v. hvørja samkomu ein hoyrir til, hvat tú heldur um ávís evni, ella hvat nú kann skilja í tí dagliga.

Á skránni er ætlanin at hava mangt ymiskt, evnistímar, undirvísing, prát, andakt v.m. Ein drekkamunnur, við onkrum góðum aftur við, er afturvendandi, siga fyrireikararnir.