Margaret L. Kjelnæs sett í starv sum leiðari

- At arbeiða fyribyrgjandi og at arbeiða við relatiónum millum børnum og ungum eru hjartamál hjá henni

Vága kommuna hevur sett Margaret L. Kjelnæs í starv sum leiðari fyri Virkishúsið við Ánna. 

 

- Margaret er 50 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsøkið, og hevur í fleiri ár starvast sum námsfrøðingur á ymiskum stovnum í kommununi.

 

Tað vita tey í Vága kommunu at siga í dag.

 

Víst verður á, at Margaret hevur starvast í Virkishúsinum frá tí, at húsið læt upp - seinastu tvey árini sum virkandi leiðari. Hon hevur tískil verið ein týðandi partur av menningini av virkseminum, síðan Virkishúsið varð  sett á stovn.

 

- At arbeiða fyribyrgjandi og at arbeiða við relatiónum millum børnum og ungum eru hjartamál hjá Margaret. Tíðarskeiðið, har Margaret hevur verið virkandi leiðari, hevur hon upparbeitt sær hollar royndir í leiðslu og fyrisiting.

 

Í Vága kommunu siga tey, at sum persónur er Margaret rólig og fyrikomandi, men eisini avgjørd og ábyrgdarfull. Hon hevur bæði fakligar og persónligar eginleikar, sum eru týðandi fyri at røkja leiðslustarvið í Virkishúsið. 

 

- Margaret kemur at verða partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum í Vága kommunu og fer at hava ein virknan leiklut í menningini á hesum øki. 

 

Lagt verður aftrat, at Margaret byrjar í starvinum hin 1. juli.