Margarinfabrikkin stovnar gentukór

Margarinfabrikkin bjóðar nú kórundirvísing til gentur í 7. flokki til 18 ár.

Samskipararnir siga, at áhugin fyri at verða partur av einum kóri er veksandi, serliga í Føroyum, har nógv duga og dáma at syngja.

- Av tí, vit hava fingið eitt størri høli á loftinum, hava vit nú møguleika at gera meira við tónleikafrálæru, og nógv dugnalig tónleikafólk eru knýtt at Margarinfabrikkini, siga fyriskipararnir.

Umframt tónleikafrálæru verður stóra hølið eisini brúkt til ítriv, yoga og drama.

Ætlanin er at hava fleiri sangkór til øll ung, men í byrjanini verður tað fyri gentur í 7. flokki til 18 ár.

- Kórvenjingin verður mánadag frá klokkan 18.30-19.30. Tað er ókeypis at luttaka, eins og møguligt er at tekna seg á facebook-síðuni hjá Margarinfabrikkini, siga samskipararnir.