Dagfinn Olsen
- Vit hugsaðu, at vit skuldu gera okkurt í samband við 100 ára dag Williams, sigur Egi Dam, sum umframt at hava skrivað leikin, eisini leikstjórnar.
- Tað var av tilvild, at tað bleiv bókin »Móðir Sjeystjørna«, ið eg valdi, tí eg byrjaði at arbeiða við aðrari søgu, nevniliga »Balladen om
Dobbelt Simon og Kilse Kals?a, sigur Egi.
Men at enda gjørdist tað bókin »Móðir Sjeystjørna«, ið hann skrivaði leikin úr og leikurin hevur fingið sama heitið, sum bókin.
- Eg ivaðist, men søgan riggar væl á palli, sigur Egi.
Um orsøkina til tiltakið sigur Egi, at tey vilja minnast William og vóna eisini, at fólk fara at lesa bøkur hansara.
Egi minnist í hesum sambandi, at tá hann var á skúla í Danmark í 1966, so spurdi ein danskur vinmaður hann um William Heinesen. Egi visti tá ikki, hvør hesin William var.
Kveikjari
Egi heldur nógv av bókum og myndum Williams, og hesin margfaldi listamaður var eisini innan sjónleik og tónleik. Í Sjónleikarhúsinum málaði hann palltjøld og stóð fyri smyrsli av leikarum og var annars kveikjari.
Egi minnist eina søgu, sum er søgd honum, og sum sigur nakað um ta virðing, ið fólk høvdu fyri Williami.
- William elskaði karrikaturar og hann gjørdi ofta sera nógv av, tá hann fór stóð fyri smyrslinum. Eygnabrýr vóru stórar svartar strikur, so fólk høvdu hug at undrast, men eingin segði nakað við William, sigur Egi.
Tónleikamynd
Leikurin »Móðir Sjeystjørna« er ein tónleikamynd, sum Stamen Stantchev hevur sett tónleik til. Talan er bæði um klassiskan tónleik og nýgjørdan tónleik.
- Ein er, ið sigur frá í leikinum, og til hetta eru eisini ymisk ljóð Bókin er poetisk, sum ein lang yrking, og farið verður aftur og fram í tíð. Tað gera vit eisini í leikinum, sigur Egi.
Egi hevur nýtt donsku útgávuna av bókini og hevur so týtt sjálvur. Hann hevur tó havt týðingina Heðini Brú við sína lið. Hann minnir á, at talan er um leik og at hetta er sermerkt, tí brúk er tá fyri talumáli. Hann heldur, at William í sínum teksti óivað hevur lurtað nógv eftir, hvussu tað ljómaði, klingaði.
- Ein yvirskrift í bókini var »Mangfoldig kærlighed«, og eg hevði ætlanir um at nýta hana til leikin, men valdi heitið á bókini. Men tað er margfaldur kærleiki, ið leikurin snýr seg um. Tað sum er so flott við Williami er, at hann lýsir øll við nakað av kærleika. Trine í bókini prædikar um dómadag og helviti, men høvundurin spyr, hví og roynir at finna orsøkina til, at hetta er so, greiðir Egi frá.
Hann undirstrikar lyndi høvundans við at greiða frá, at tá grannin frá barnaárunum, Gamli Sloan, doyði, so skrivaði William eitt ómetaliga vakurt minningarorð um mannin, hóast teir á mongum økjum vóru ósamdir.
Virðing
Egi metir, at hann hevur roynt at verið Williami so trúgvur, sum gjørligt, tí virðingin er so stór.
Abbadóttir William, Lisa, stendur fyri at gera pall og eisini har eru tey trúgv og nýta litir og klipp hjá skaldinum.
Spurdur, um slík virðing ikki er ein forðing, tá ein skal flyta bók á pall, heldur Egi Dam, at so er ikki.
- Heldur hinvegin. William segði einaferð, at tvey sløg av fíggindum vóru. Tey, ið ikki orkaðu hann, og tey, ið lógu á halanum fyri honum, greiðir Egi frá, og minnir eisini á, at William skal hava sagt, at tað er ringt at vera undirmettur, men verri at vera yvirmettur.
Konan
Egi Dam var við, tá leikurin »Glataðu Spælimenninir« var framførdur eftir deyða Williams. Leikararnir fingu tá ein bókling, har eitt bræv til stjóran í Norðurlandahúsinum, Jan Kløvstad, stóð prentað. Brævið var frá einum gomlum manni, William Heinsen, har hann metti, at tað at gera eina roman til leik »kan aldrig gå godt«.
- William hevur havt ein fantastiska konu og tað hevur hann eisini sagt í samrøðu. Uttan hana hevði hann ikki kunnað skrivað, sigur Egi Dam.
Hann minnist, at eftir »Glataðu Spælimenninar«, beyð kona William, Lisa, øllum leikarunum heim og blíðskapurin var stórur, hóast hon tá hevur verið væl til árs komin.
Roynt áður
Mangan hevur verið sagt, at vit í Føroyum ikki eiga fólk, ið skriva sjónleikir. Egi er samdur við hesum, men minnir á, at tað er ein sera trupul uppgáva.
Sjálvur hevur hann áður roynt seg sum leikhøvund. Tað var við »Lagnuklingra« eftir søguni hjá William Heinesen »Det Gode Håb«. Seinni var tað »Tárnið við heimsins enda« og so »Nólsoyar Páll«. Nú hevur hann so eisini sett »Móðir Sjeystjørnu« á pall.
Eingin ivi er um, at Egi hevur virðing fyri Williami og hann er væl inni í skaldskapi og lívsleið høvundans. Manga søguna veit Egi at siga frá hesum manni, sum Egi metir hevur havt so ómetaligan týdning fyri føroykt mentanarlív og fyri sína samtíð, har hann var við til at mynda eitt umhvørvið, var kveikjari og stuðlaði altíð, hóast samtíðin her heima ikki gav honum ans, fyrr enn á ellisárum.
»Móðir Sjeystjørna« verður frumsýndur 15. januar á Meiarínum í Havn. Á 100 ára føðingardegi skaldsins.
Tey, ið leika við, eru Súsanna Tórgarð, Katarina Nolsøe, Hans Tórgarð, Birita Mohr, Ria Tórgarð og Páll Danielsen.
Egi Dam hevur skrivað og hann leikstjórnar og Stamen Stantchev ger tónleikin. Lisa Heinesen eigur pallmyndina. Árni Baldvinson, ljós, David Geyti, ljóð og Katrin Bonde seymar.
Framleiðslustjóri er Laura Joensen.