Marginalarnir hildu við StÍF

Hondbóltur: StÍF vann á H71 í tøttum og spennandi dysti, sum varð dálkaður av sera ljótum atburði frá einum H71-spælara í síðsta minutti av dystinum

Teir 120 gjaldandi áskoðararnir í høllini á Skála leygardagin fingu eitt gott hondbóltsupplivilsi, tá StÍF í einum tøttum og sera spennandi dysti megnaði at syfta H71.

Fyri fjórðu ferð í kappingini noyddist H71 av vøllinum sum tapari, og fyri triðju ferð vóru teir bert eitt mál verri enn mótstøðuliðið (hini vóru Kyndil og KÍF). Hesa ferð var tað StÍF, sum megnaði at draga longra stráið, men tað kundi júst tað sama farið hinvegin.

Serliga í seinna hálvleiki var tað tætt, og liðini so at siga skiftust um at hava leiðsluna. Av tí at tað var so tætt, skifti StÍF bert út eina ferð í dystinum! Tað var, tá Sveinbjørn Poulsen noyddist útum eina løtu við einum smærri skaða, og Bent Djurhuus kom inn í nakrar minuttir.

Annars vóru tað teir somu seks útispælararnir, sum spældu alla tíðina hjá StÍF. Teir høvdu kortini eina heldur øðrvísi uppstilling hesaferð. Jónleif Sólsker spældi allan dystin á miðjuni, og tí varð John Petersen sendur út á vinstra vong. Rokeringin eydnaðist væl, og John Petersen bleiv toppskorari hjá StÍF við 11 málum. Tað skal kortini leggjast afturat, at fimm av hesum vóru upp á brotskast.

H71-liðið helt ikki so fast upp á sína uppstilling, men hevði sum vanligt Olaf Vestergaard og Finn Hansson, sum skiftust um at spæla í ávikavist verjuni og álopinum. Hjá H71 var tað annars serliga Hans Guðmundsson, sum gjørdi um seg og skeyt 12 mál.

StÍF var einu løtuna í fyrra hálvleiki á odda 11-7, men so tók H71 dik á seg og kom framum 12-11 og fór til hálvleiks við 17 málum móti teimum 15 hjá StÍF.

Í seinna hálvleiki var eingin munur á liðunum, men tá tíggju minuttir vóru spældir, kom StÍF upp á javnleik 21-21 og legði seg síðani á odda 23-21. Men H71 reisti seg aftur, og tá sjey minuttir vóru eftir, førdu teir 30-28. Eitt mál afturat til H71 hevði kanska avgjørt dystin tá, men Henning Jarnskor hevði eina frálíka dupultbjarging í einum kontraálopi hjá hoyvíkingum, og hann helt heimaliðnum inni í dystinum.

Skjótt var strandaliðið komið upp á javnleik 31-31, men tá Jákup Símun Simonsen skoraði til 32-31, var lítið sum bendi á, at StÍF fór at vinna dystin. Men hóast tað bert var ein slakur minuttur eftir av dystinum, hendi framvegis nógv. John Petersen skoraði upp á brotskast til 32-32, og so fekk fyrst ein, so ein afturat hjá H71 tveir minuttir út. Tað byrjaði við, at dómaraborðið metti, at H71 skifti skeivt út, og fyri tað fekk bonkurin eina ávaring. Søgan endurtók seg stutt seinni, og so noyddist ein H71-ari út í tveir minuttir. Stutt seinni varð ein afturat hjá H71 so útvístur, og við seks móti fýra eydnaðist tað Arturi Johansen at skora sigursmálið í seinasta minuttinum.

Dysturin fekk annars ein keðiligan enda, tá annar av útvístu H71-spælarunum gjørdi seg inn á dómaraborðið við einum saftdunki og fyri tað fekk reyða kortið. Ikki nakað, sum hoyrir heima á einum ítróttarvølli, og sum ivaleyst fer at geva H71-spælaranum fleiri daga leikbann.


Sigurin á H71 startskotið?

StÍF valdi ikki at mansverja Hans Guðmundsson í fyrra hálvleiki, men nakað inn í seinna hálvleik fóru teir út í hann og tóku eisini Finn Hansson út úr dystinum. Hetta gjørdi teir í H71 eitt sindur ráðaleysar, samstundis sum spælið hjá StÍF koyrdi betur enn sæð leingi, og m.a. tí bleiv dysturin leygardagin nógv javnari enn tann í Havn, sum H71 vann lættliga 35-25.

Í seinasta enda vóru tað eisini marginalarnir, sum vóru við StÍF hesaferð, og teir vunnu sera tepurt. Strandaliðið vísti góðar taktir í dystinum leygardagin, og tað er als ikki ov seint at taka tað mista innaftur. StÍF hevur brúkt langa tíð til at koma í gongd í ár, men sigurin á H71 var kanska startskotið.

Hoyvíkingar noyddust at bíta í súra grasið leygardagin. Teir kunnu iðra seg um, at hepnið ikki rættiliga hevur verið á teirra síðu í ár, og aftur hesaferð fall eitt reytt kort í teirra lut. Tað er heldur ikki serliga heppið fyri teir, men teir kunnu ugga seg við, at teir nú ikki skulu spæla aftur í landskappingini fyrr enn 20. desember móti Neistanum. Men so er spurningurin aftur, um tað nú er nakar fyrimunur, tá samanumkemur.